Tað segði Suni Schwartz-Jacobsen, stjóri í Eik Banka, við sjónvarpið í kvøld.
Tað var við Sosialin í gjár, at bæði Aksel V. Johannsen, løgmaður, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, søgdu, at Eik hevur eina moralska skyldu at leggja alt málið fram fyri Føroya fólk.
Men stjórin í Eik Banka er als ikki samdur.
– Skattamálið er eitt mál ímillum Eik og Taks. Tí hava vit hvørki moralska ella løgfrøðisliga skyldu at leggja upplýsigar fram, segði Suni Schwartz Jacobsen.
Hann undraðist á hetta politiska trýstið á bankan og segði, at um politikarar vilja hava, at føroysk virki skulu leggjar slíkar upplýsingar alment fram, so kunnu teir bara broyta lógina – og skal Eik Banki sjálvsagt fylgja lógini. Men hesa skyldu hevur banki hvørki so ella so.
Suni Schwartz Jacobsen segði eisini, at tað er líka mikið, um talan er um høg tøl ella lág tøl.
– Eitt lítið tal skal vera líka rætt sum eitt stórt tal – men talið er ikki avgerandi fyri, um tað skal almannakunngerast, segði Suni Schwartz Jacobsen.










