Sólin skínur!
Hesi glaðu boðini hevur tann sum hevur verið fyrstur at draga gardinurnar frá, kunnað borið næstan hvønn morgun, tær farnu nógvu vikurnar.
Og tað eru góð boð at kunna bera. Fáa staðni munnu fólk verða so fegin, tá sólin skínur, sum í Føroyum. Ein sóldagur í Føroyum er heilivágur fyri sinnið. Smyrsl fyri sálina. Eitt heilt føroyskt sólsummar tváar alt myrkur úr okkum.
Vit standa nú mitt í tí besta summarinum, sum mong av okkum minnast til.
Úti á firðunum við snøri ella tráðu, í bønum við rívu, í fjøllum, í gøtum, í havum, á trappusteinum ? allastaðni hava tær farnu vikurnar verið smílandi og blíðskortaði fólk.
Farnu vikurnar hava oyggjarnar verið ein stórur, litríkur urtagarður við livandi plantum.
Morgun í Føroyum
Og tað er ikki bara veðrið, sum hevur verið gott.
Sólin skínur eisini á okkara samfelag.
Og tað er einki minni enn eitt undur.
Fyri bara átta árum síðani seig eitt niðamyrkur saman um okkum.
Myrkrið kom meira bráddliga og gjørdist svartari enn aðrar tjóðir um okkara leiðir hava upplivað.
Mong mistu virðingina fyri og álitið á okkum sjálvi, og í eini fimm ár vóru Føroyar merktar av dapurskygni, vónloysi og beiskleika. - Og av skomm um tað marglætið og tað ábyrgdarloysið, sum valdað hevði.
Hetta var ikki eitt land fyri glaðar sálir, og sjálvt sólin hevði lyndi til at halda seg burtur tey árini.
Men náttin gjørdist styttri, enn nakar tordi at vóna. Beint móti øllum framrokningum og spádómum var eitt seiggj og ein drívmegi, sum segði: Vit skulu megna at hóra undan. Og við hesum kom lívshugurin og áræðið aftur.
Tað fór at lýsa fyri degi, og nú er morgun í Føroyum.
Dapurskygni, vónloysi og beiskleiki tola ikki framburð og sólarljós. Tey eru horvin, og í staðin valdar bjartskygni, vón, áræði og takksemi.
Tað munnu vera fá tíðarskeið í Føroya søgu, har sjálvsálitið hevur verið so stórt, sum tað er í dag.
Eingin skammast longur av okkara tjóð. Allastaðni valdar henda lívsjáttandi hugsanin um, at vit jú ikki eru verri enn onnur. Vit duga jú eisini, tá vit sjálvi reisast.
Ólavsøkan bindur alt saman
Sum skaldið skrivar og ungdómurin syngur:
Her mitt í sjónum
Her mitt í øllum vøtnum
Tað syngur allastaðni:
Vit eru her
Ólavsøkan er Føroyar. Hon er mitt í øllum vøtnum. Ólavsøkan er ein íða, har allir streymar, keldur og áarløkir renna saman í ein meldur. Eitt tysjandi lív av kenslum, felagsskapi, mentan og søgu.
Tveir dagar um árið seta vit burturav til at knýta óteljandi bond og at binda allar tær fínu træðrir saman, sum gera okkum til menniskju og til tjóð.
Her knýta vit bondini aftur gjøgnum túsund ára søgu. Her sýna vit tað besta fram, sum vit eiga og hava skapt á hesum klettum. Vit sýna tað fram fyri okkum sjálvi og fyri okkara kærkomnu gestum.
Á ólavsøku er ikki munur millum høgan og lágan, sunnanfjørðsfólk og norðanfjørðsfólk, fastbúgvandi og útiseta. Hesar dagarnar hoyra vit øll saman. Hesar dagarnar stendur felagsskapurin hægst, og tað, sum skilir okkum, má víkja fyri tí, sum bindur okkum saman.
Her vátta og tátta vit vinarbond. Her renna ástir saman. Vit lata allar hurðar á víðan vegg: Í tinginum, í kirkjuni, í húsunum, í heimunum og í okkara hjørtum.
Vit kunnu flenna og gráta saman við teimum, sum hava havt týdning og ávirkan á okkara lív. Saman við teimum, sum vit hava gleðst saman við og teimum, sum vit hava syrgt saman við.
Vit kunnu hyggja inn í vónrík barnaeygu - børn í stívasta pussi, sum í sínum óskylduga sinni bara vóna at fáa stuttleika, upplivingar og treytaleysan kærleika burturúr ólavsøkuni.
Vit síggja ungdóm, sum kanska fer at uppliva sín fyrsta kærleika, og sum finnur sítt pláss millum vinir at búnast saman við.
Tilkomin, ið gerast sum ungdómar aftur og lata skuffurnar upp til kennskap og vinskap, sum kanska vórðu gloymd í tí ovbyrjaða gerandisdegnum.
Vit minnast tey, sum ikki upplivdu eina ólavsøku afturat og kenna hitan av teimum millum okkum kortini.
Okkara virðir eru her
Hví býr fólk í Føroyum? Hví hava meira enn 40 ættarlið búleikast her mitt í øllum vøtnum? Onki hjá okkum passar inn í frymlarnar hjá búskaparfrøðingum og cost-benefit-greiningunum.
Hevði tað ikki verið lættari hjá øllum bara, at hetta vóru klettar við fugli og havi? Sum ikki skuldu spyrjast um, hvussu lívið í havinum skuldi umsitast? Um borast skuldi í basaltið? Ella um ymsar støðir skuldu setast upp? Hevði tað ikki verið nógv bíligari og lættari fyri heimin og fyri tey, sum síggja ein vinning í Føroyum?
Tað svarið liggur eisini í ólavsøkuni. At her hava fólk livað og elskað. Brotið upp úr nýggjum og skapt ein felagsskap sum liggur beint her ? Tey hava skapt eitt lív, eina meining og eina framtíð fyri okkum, ið eftir komu.
Tey hava roynt at skapa eitt fólkaræði, sum byggir á, at tey, sum her liva, mugu hava ábyrgdina og valdið til at taka allar avgerðir um egna framtíð. At tað gevur onga meining, at avgerðirnar og ábyrgdin skal takast av fólki og myndugleikum, sum enn ikki skilja okkara mál ella skulu liva við avleiðingunum av avgerðunum.
Tey, sum vóru undan á vegnum, hava sett byrðuna við vegjaðaran, sum vit skulu bera víðari.
Vit eru eitt fólk millum onnur
Ólavsøkan bindur allar træðrir saman og burturúr veksur eitt vovið og fjølbroytt klæði, ið sýnir fram okkara skapanarevni og okkara felags virðir. Eitt klæði, sum verður størri og fjølbroyttari fyri hvørt ár.
Eitt vítt klæði. Vovið saman við ymsum litum, ymsum tjúkdum og innihaldi.
Tí vit eru ikki eitt fólk, ið er ein stórur einslittur bólkur, har øll skulu ganga í somu takt og kroysta hvør annan inn í somu básar.
Vit mugu ongantíð gera tjóðskapin til snævurskygda og vandamikla nationalismu, har vit halda okkum vera eitt fólk, ið er betri og meira vert enn onnur. Ella sum byrgir seg inni við negativum kenslum móti øðrum tjóðum.
Hinvegin er tað júst margfeldið millum okkum, ið skapar okkum sum tjóð.
Vit eru hvørki verri ella betri enn aðrar tjóðir. Vit hava okkara spekulantar. Okkara droymarar. Konubrot. Kverulantar. Skaparar. Afturhaldsfólk. Skemtarar. Originalar. Og okkara stillføru fólk, sum hvíla í sær sjálvum í dagligum strevi.
Men vit eru her við okkara virðum. Og tað er tað einfalda ynski um, at vit verða javnsett við aðrar tjóðir, sum má dríva okkara mentanarliga og politiska starv. At taka lut í heiminum á jøvnum føti og við felags ábyrgd fyri heimsins gongd.
Heimurin kollveltist
Vit standa á gáttini til eina veruliga kollvelting í heiminum og í Føroyum í dag. Ein kollvelting, ið kann samanberast við okkara broyting frá landbúnaðarsamfelagi til fiskivinnu- og ídnaðarsamfelag.
Tað sum í langa tíð bara hevur verið háfloygt tos um altjóðagering og kunningartøkni og ein samantvinnaðan heim, er í dag um at gerast veruleiki.
Tað sigst, at í seinastu øld var ein ungur miðvingur staddur í Danmark. Hann sendi eitt bræv heim, har hann skrivaði á brævbjálvan: Mamma, MÚÁ (stavað: M ? Ú ? Á.).
Tað sigst at brævið kom fram, hóast tað tók nakrar mánaðir. Í dag kundi hetta verið ein heilt vanlig teldupost-adressa, sum kemur fram eftir sekundum.
Avleiðingarnar av hesi kollvelting, krevur umhugsni frá okkum.
Og líta vit út í havsbrúnna, so eru eisini útlit til aðrar stórar avbjóðingar. Oljuleiting stendur fyri durum, og fer helst at lata upp fyri veldugum, nýggjum møguleikum. Sólin kann koma enn longur upp á himmalin.
Men tað hendir ikki av sær sjálvum. Tað krevur, at vit støðugt hava eyguni eftir teimum veldugu vandum og avbjóðingum sum eru fyri framman.
Tann størsti vandin er, at vit blindast og missa okkum sjálvi burtur.
Søgan sigur okkum púra greitt, at búskaparlig framgongd og tøknilig menning ikki einsamøll kunnu skapa góð samfeløg.
Framstigini kunnu eins væl hava við sær ræðuleikar, sum vælsignilsi.
Oljuvinnan má vera sera væl stýrd, skal hon tryggja felags gagn. Hon kann hótta okkara samhaldsfasta samfelag, og skapa stættarmun í staðin.
Jagstranin eftir løttvunnum peningi í oljuvinnuni kann hava við sær, at trygdin hjá fólki og umhvørvi verður sett í vanda.
Tað avgerandi er, at tað eru okkara virði sum stýra henni, og ikki hon sum stýrir okkum.
Annars eru vit í vanda fyri at uppliva ta støðu, sum ein heimsspekingur lýsti soleiðis: ?Vit hava enn einaferð hækkað okkara støði. Trupulleikin er bert, at ongin er staddur har?.
At ?tjóðskapa sær?
Vit hava onga orsøk til at ræðast morgunsólina.
Men um okkara tjóðskaparkensla og okkara ábyrgd fyri felagsskapinum bara kemur til sjóndar á ólavsøku, og ikki setir sín dám á gerandisdagin, vinnulívið og politikkin, so er hon ikki nógv verd. Og so er skjótt, at okkara tjóð verður tikin av fótum í alheims mentanar- peninga- og vinnumeldrinum.
Okkara tjóðskaparligu virði mugu síggjast aftur í tí, vit gera og teimum avgerðum, vit taka. Ger tey ikki tað, endar tjóðskapurin sum tað bera pynt. Sum eitt romantiskt frítíðarítriv, sum ikki vísir, hvørjum vit í veruleikanum standa fyri.
Ein av okkara yrkjarum skrivar einastaðni um føroyingar, sum koma saman at tjóðskapa sær.
Um vit bara virða felagsskapin á ólavsøku, á flaggdegnum og á grækarismessu, so kann av sonnum sigast, at vit tjóðskapa okkum.
Skal okkara felagsskapur hava veruligt virði og innihald, so mugu vit taka hann og okkum sjálvi í álvara.
Og her haltar enn hjá okkum.
?Har fløggini veittra, veittri eisini mítt? syngja vit á hvørjum flaggdegi ? men hinar dagarnar góðtaka vit, at okkara flagg nettupp ikki er at síggja, har fløggini hjá hinum tjóðunum blaktra.
Hvørja ólavsøku syngja vit sangir um okkara vakra móðurmál sum skal verjast og mennast ? men hinar dagarnar góðtaka vit, at okkara mál enn ikki í ár 2000 fær viðurkenning sum tjóðarmál og almenna málið í okkara egna landi.
Velja vit ikki at siga, at nú er nóg mikið, er vandi fyri at vit tjóðskapa okkum. Hetta er ikki at taka seg sjálvan í álvara.
Ólavsøkan skal vera ein drívmegi til at koma gjøgnum gerandisdagin við nýggjum áræði og íblástri. Vit skulu ikki bert seta felagsskapin, mentanina og tey dýru virðini hægst tveir dagar um árið.
Restina av árinum skulu vit í verki fremja tað, sum vit tosa og syngja um á ólavsøku.
Tignin kann blásast út
Men hetta krevur sjálvsagt, at vit eisini gera sjálva ólavsøkuna til eina virðiliga og tignarliga hátíð.
Og tað gera vit tíverri ikki altíð í dag.
Tann, sum gongur Havnar gøtur morgunin eftir ólavsøku, sær ikki nakað virðiliga sjón.
Gongugøtan er eitt tjúkt teppi av sorlaðum fløskum, og allastaðni liggja avdottin fólk ? og enntá avdotnir unglingar.
Hetta er tann myndin av okkara tjóðarhátíð, sum ofta festir seg í sinnið hjá útlendskum gestum, meira enn nakað annað. Hetta er teirra mynd av okkum.
Og hetta er ongin bærilig mynd.
Vit skulu kunna skemta og blása út á ólavsøku. Men tað merkir ikki, at vit skulu blása vitið út.
Vit skulu ikki gerast sjálvhátíðarlig, men vit skulu taka okkum sjálvi í álvara. Bæði á ólavsøku og hinar dagarnar.
Sólin skínur allastaðni
Og vit hava eisini alla orsøk til at taka okkum sjálvi í álvara.
Tí tað er morgun í Føroyum.
Sólin titar fram allastaðni á mentanarpallinum. Innan tónleik, yrking, sjónleik, málningalist, handverk og aðra skapandi list - í ítrótti - grógva nýggjar blómur fram allastaðni. Sum hóast trong kor skapa virðir, sum ongin hevði trúð gjørlig. Í fjør: 40 fløgur við upprunaligum føroyskum tónleiki. Tað hevði svarað til, at meira enn 10 upprunaligar fløguútgávur komu út í okkara størru norðurlendsku grannalondum ? um dagin. Føroysk symfoni. Kórsangur á altjóða støði. Framsýningar, handverk og list. Altjóða úrslit í ítrótti.
Vinnuliga skínur morgunsólin bjartari enn nakrantíð. Okkara fiskivinna er nú um at gerast ein sjálvstøðug vinna, sum klárar seg uttan studning. Tað, sum mong hildu ikki fór at bera til, tað bar til. Fólkini í alivinnuni hava lagt lunnar undir eina vinnu, sum nú er ein stórur partur av okkara tjóðarinntøku. Tað, sum mong hildu ikki fór at eydnast, tá sjúka og húsagangir herjaðu, tað hevur eydnast.
Eisini landsbúskaparliga er morgun í Føroyum.
Okkara ovurhonds stóra og skammiliga uttanlandsskuld, sum var ein standandi áminning um tað ábyrgdarloysi sum valdað hevði, verður afturgoldin við rúkandi ferð.
Yvirskotið hjá tí almenna nú er nærum líka stórt sum blokkstuðulin úr Danmark. Tað manglar bara heilt lítið í at vit klára at svara hvørjum sítt við teimum virðum, sum verða skapt við okkara egnu framleiðslu.
Vit síggja nú at tað ikki er nøkur náttúrulóg at føroyingar mugu lyftast og stuðlast og matast fyri at klára seg. Fara vit skilvíst og hóvliga fram, so klára vit at standa á okkara egnu beinum sum aðrar tjóðir. Vit fara sjálvsagt klára at gjalda fyri okkara egnu vælferð, fyri okkara eldru og hava ábyrgd fyri teimum, ið tørva hjálp. Alt annað er óvirðiligt og sjálvsøkið.
Vit hava framíhjárættindi
Og fólkaræðisliga lýsir fyri degi:
Ein grundlógarnevnd situr og smíðar ein karm um okkara samfelag, sum skal vera grundaður á okkara egnu søguligu og mentanarligu virði.
Úr teimum virðum, sum vit fagna á ólavsøku, skulu hesi fólk evna ein hornastein, sum skal vera sjálvt tað politiska grundarlagið undir okkara samfelag í framtíðini. Tey viðgera tey grundleggjandi virðini fyri okkara fólkaræði, okkara ábyrgd og samstarv við aðrar tjóðir og umsitingina av okkara virðum.
Vit fara øll at kunna taka støðu til uppskotið.
Hetta er í veruleikanum eitt privilegium ? ein framíhjárættur, sum er fáum ættarliðum og fólki beskorin. Tað leggur eina stóra ábyrgd á okkum og tað er upp til okkum, hvussu vit velja at taka við henni.
Vit liva í eini spennandi tíð. Tað er morgun í Føroyum. Lat okkum halda ólavsøkuna her mitt í sjónum. Her mitt í øllum vøtnum. Og lat okkum eisini eftir ólavsøku fáa tað at syngja, at vit eru her.
Góða ólavsøku.
Høgni Hoydal