Hugleiðing: Kinna Poulsen
Myndir: Ditte M. Joensen
Omanfyristandandi orðing kundi í sínum góðvarni mint um ein klombrutan gajolpakkasetning, men er í grundini ein púra erligur tanki, sum stakk seg upp í mínum langhærda hopphøvdi á dansigólvinum eitt leygarkvøld herfyri í Cippo í Havn. Hetta var eitt av teimum ársins leygarkvøldum, tá Cippo umbroytist til teknoundirgrund við snilda navninum Undirbeat. Undirritaða hevur annars ongantíð slitið diskoteksgólvini; havi satt at siga næstan ikki verið í diskotek síðan áðrenn George Michael kom út úr skápinum. So tað er ikki at gera ov nógv av at siga, at langt er í millum teknoroyndirnar. Men í einari teknoveitslu, sum var hildin í einum bumbuskýli í Keypmannhavn miðskeiðis í 90´unum, hepnaðist mann saman við vinkonuni at vera einastu persónar til staðar við bláum víntonnum og einum pinkalítlum virusi á balansuni. Hini veitslufólkini høvdu øll kritahvítar tenn, tey drukku litrar av miniralvatni og tanlaðu grøn súrepli, meðan tey dansaðu uttan skinkl í tímar og samdøgur við (vísti tað seg) góðari styrkveiting frá smáum, bláum tablettum.
Maggi Lego
Í mun til omanfyrinevndu teknoveitslu, tóktist góða lagið hetta kvøldið í Undirbeat ikki kemiskt treytað. Tað snúi seg allarmest um tónleik og eldhugað, rútmufegin fólk, sum eina løtu nýttu høvið at liva sínar dreymar út í teknotónleiki og fantastiskum dressum. Skýmliga hølið var skrýtt, ella pimpað upp, sum tað vistnokk eitur á modernaðum føroyskum og myndar saman við tónleikinum eitt øðrvísi umhvørvi, ið tykist heldur enn ikki stórbýarsligt. Omanfyrinevnda leygarkvøld var tað umframt tann føroyska Spencer Jones, sum hitaði upp, ein íslendskur plátuvendari, sum stóð fyri tónleikinum í Undirbeat. Hann sigst vera faðir at íslendska DJ pallinum og sum hann stóð har, berskallutur og ovursvinnur kundi hann gott minnt um ein uppafturgravaðan 80´ara plátuvendara, sum vit minnast teir frá “Queen”, “Kvøldlot”, Dallas” osfr. sæð burtur frá tónleikinum, altso, sum var alt annað enn dustmikil, og so litinum á yvirskegginum, sum var grefliga ljósareyður. Maggi Lego, sum hesin undrunarverdi plátuvendarin merkiliga vælhóskandi æt, gjørdi sítt arbeiði til lítar og spældi og mixaði áhaldandi, elektroniskan tónleik fyri allar pengarnar, uttan nakrantíð at lata við seg koma, eisini uttan mun til øsingina á dansigólvinum.
Einstáttað býarlív
Hóast tað allarmesta veruliga gerst betri við tíðini og eitt nú nógv fleiri caféir og skeinkistøð eru í dag í mun til fyrr, so er menningin ikki serliga ítøkilig, tá hugsað verður um býarlívið í Havn. Tónleikurin, ið verður spældur, tykist rættiliga einstáttaður, antin tað snýr seg um fløgurnar, ið verða spældar ella livetónleikin, har tey framførandi helst royna at liva upp til tær vónir, sum tey halda áhoyrararnar hava. Tessvegna verða vit onnur tvingsilsinnløgd til standardiseraðar, meir og minni írskar trubadurar, hvørs “No, no never again, will I PLAY the Wild Rover” doyvir alla hugsan um samrøðu, ella til líka so útvatnaðir “suppu-steik og ís -tónleikabólkar”, ið framføra kátar “Skútur brátt stevna av firði út”-popporiir, sum fáa meg og onnur við at skymast desperat eftir onkrum stórum og tungum at smekka høvdið í (tá tað nú ikki skal brúkast til nakað allíkavæl). Tað snýr seg óivað um at royna at tekkjast okkum áskoðarum, men máti skal vera við fantasiloysi og tí er tað fyri neyðini, at onkur ger okkurt, sum er eitt sindur øðrvísi.
Framasøkið Undirbeat
Tessvegna kann mann heldur ikki annað enn vera samdur við fólkunum aftan fyri hetta nýggja Tórshavnar teknotempul, tá tey í grein í Vikublaðnum m.a. siga: “Vónandi fara enn fleiri støð at poppa upp í Havn, ið venda sær til enn fleiri ymiskar málbólkar... rokkarar, punkarar, hippiarar... Á henda hátt kunnu vit lyfta Føroyar og føroyska mentan á eitt enn hægri støði!”. Sum skilst, er ambitiónsstøðið himmalhøgt hjá Undirbeat, sum eisini eyðýniliga hevur sín uppruna í G! Undirbeat er eitt framtak millum føroyskar DJ´ar, sum Sunneva H. Eysturstein, Knút H. Eysturstein og Høgni Egholm Magnussen standa fyri. Átakið er grundað á teirra egna áhuga og á tað, tey meta vera ein vaksandi ans fyri alternativum, elektroniskum tónleiki her á landi. Tey vilja hava gongd á eina føroyska DJ mentan og skapa ein pall fyri teimum, sum sjálvi gera elektroniskan tónleik í Føroyum. Ætlanin er at fáa fleiri útlendskar plátuvendarar hendavegin: “Yvirhøvur er hetta bara byrjanin. Vit ynskja, at Undirbeat skal, og meta, at Undirbeat fer at gerast ein ógvuliga týðandi partur innan føroyska mentan, har dentur verður lagdur á fríheitina at úttrykkja seg innan tónleik, rørslu, stíl og móta - tó við einari ávísari kritiskari linju, sum altíð peikar í tann elektroniska rætningin.”. Nú kann tað væl vera, at undirritaða ikki er tann stóri teknodansarin – tað kenst eitt sindur nakið at trína dansigólvið uttan luftgittara og mikrofon av sama luftiga slagi. Allíkavæl var hetta ein so vælsignað øðrvísi uppliving, at eg fegin vitji aftur í Undirbeat, um ikki annað, so fyri at fegnast um, at tað alsamt gerst fjølbroyttari og harvið kanska eisini rúmligari í Føroyum at búgva. Jólamánaðan er øgiligt virksemi í Undirbeat, sum tessvegna er opið 15., 22., 26. og 31. desember (sí annars myspace).