Vit hava nógv at takka fyri

Løgtingsformaðurin hevur eitt ynski til Løgtingið, sum verður valt 8. desembur

Tey framstigini, sum eru hend í Føroyum hesi seinastu árini, eru óskiljandi. Tað sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Eftir eitt langt lív í politikki, hevur hann nú gjørt av at takka fyri seg og sostatt stillar hann ikki upp aftur á valinum, sum verður 8. desembur.

 

Fyrstu ferð hann kom á ting, var í 1989, tá ið hann var varamaður fyri Olaf Olsen, sum fór í landsstyrið. Upp ígjøgnum nítiárini var hann eisini á Løgtingi og fyrstu ferð hann varð valdur beinleiðis á ting, var í 1998 saman við Høgna Hoydal, Pálli á Reynatúgvu, og øðrum.

 

Tann einasti ið sat á tingi tá ið hann koma á ting á fyrsta sinni, var Henrik Old, men tilsamans hava Jenis av Rana og Jørgen Niclasen, eisini fleiri ár á baki í Løgtinginum enn hann.

 

– Tá ið vit hugsa um neyðina úti í heimi, hava vit í Føroyum nógv at takka fyri. Tað, vit kjakast um, og eru ósamd um, eru ikki annað enn smálutir tá ið vit hugsa um støðuna hjá nógvum úti í heimi, heldur Jógvan á Lakjuni.

 

– Tann framgongdin, sum hevur í Føroyum á samferðsluøkinum, og aðrastaðni, er óskiljandi, heldur hann. Hann vísir eisini á, at tá ið hann kom á ting, var danski ríkisstuðulin eini 33 prosent av fíggjarlógini, men í dag er góð 10 prosent av fíggjarlógini.

 

– Vit kunnu øll fegnast um, hvussu væl vit kunnu klára okkum, legði hann afturat.

 

Hann hevur eitt serligt ynski til tað komandi Løgtingið, og tað er, at alt tingið kann samstarva. Tað hevur Føroya fólk brúk fyri, og Løgtingið hevur brúk fyri at vísa Føroya fólki, at tað ber til at samstarva, heldur hann.

 

Hann brúkti eisini høvið til at takka veljarum, og familjuni, fyri stuðulin øll hesi árini. Seinasta heilsanin frá løgtingsformanninum til Løgtingi og Føroya fólk, var seinasta ørindi í kenda sanginum hjá Jóannesi Patursson, Boðar tú til allar tjóðir:

 

Um nú nýggjar øldir líða,

 

halt á somu leið várt starv,

 

at vit ikki lata svíða,

 

dugnaloysi til hin arv,

 

sum vit ervdu fedrum av;

 

tá skal lyftið, sum tú gav,

 

allan aldur Føroyum tryggja

 

føroyingunum her at byggja.