- Vit hava nógv góð høvd í húsinum

- Vit vilja verða best í øllum tí, sum vit gera, og vit lata okkum ikki noyða við bara at gera nakað gott nokk, sigur Christian Nagata, stjóri á lýsingarfyritøkuni Reproz. Um vikuskiftið vann fyritøkan fimm virðislønir fyri sítt arbeiði

- Hetta er eitt úrslit av einari miðvísari tilgongd á fyritøkuni, har vit hava sett okkum fyri at verða best á okkara øki. Vit lata okkum ikki noyða við bara at gera nakað “gott nokk”.

Tað sigur ein fegin Christian Nagata, eftir at fyritøkan, har hann er stjóri, vann fimm av nýggju virðislønum, sum vórðu lætnar til tiltak hjá Vinnuvitan og Reklamufelagnum um vikuskiftið.

Sonevndar Kolur vóru lætnar fyri besta lýsingaarbeiðið innan ymiskar greinar, og Reproz stóð eftir sum stóri sigursharrin.

- Seinastu tíðina hava vit arbeitt málrættað fram ímóti at gerast besta lýsingafyritøkan í landinum. Vit hava ikki bert sagt, at vit vilja verða best, vit hava eisini gjørt nakað fyri at náa hesum máli, sigur Christian Nagata.

- Vit hava miðvíst roynt at fingið tey bestu fólkini at arbeiða á okkara fyritøku, og vit hava gjørt umstøðurnar góðar hjá starvsfólkunum. Um tú hevur ambitiónir, so trívast tey fólkini, sum veruliga vilja nakað, betur á arbeiðsplássinum, og so verður úrslitið gott, sigur hann.

 

Denturin liggur á dygd

Reproz varð stovnað í 1990, og stovnarin av fyritøkuni, Jákup Zachariasen, starvast framvegis har.

Reproz var fyrstu árini eini fyritøka, sum tók sær av repro-arbeiði, men nýggj tøkni hevur havt við sær, at hetta arbeiðið er farið í søguna.

Reproz hevur broytt virkisøkið, og í dag kallar fyritøkan seg eina vitanarfyritøku, sum hevur samskifti, ráðgeving og sniðgeving ovast á vørulistanum. Fyritøkan ger lýsingararbeiði og átøk fyri fyritøkur og onnur, og Reproz hevur eisini eina bókadeild.

- Vit hava havt sera stóran vøkstur seinasta árið, men tað er einki mál í sær sjálvum at gerast størst. Vit vilja veita okkara kundum ta bestu tænastuna, sum fæst á hesum økinum í Føroyum, og tað kann so gera okkum til størstu lýsingafyritøkuna í landinum, sigur Christian Nagata.

 

Sjálvkritikkur hevur týdning

Christian Nagata smæðist ikki burtur, tá ið hann tosar um málini, sum Reproz hevur sett sær og støðugt arbeiðir fram ímóti.

- Tað er ikki loyvt í okkara fyritøku at siga, at nakað er “gott nokk”. So fært tú eitt slag yvir fingrarnar. Vit skulu allatíðina royna at verða best, og “gott nokk” er ikki nóg gott, sigur hann.

- Ein lýsingafyritøka er einki uttan tað fólkið, sum starvast her. Alt snýr seg um at hava nøkur góð høvd í fyritøkuni, og vit hava nóg góð høvd í húsinum.

Christian Nagata vil ikki siga, at hansara fyritøka er komin á mál, tí tað snýr seg framhaldandi um at betra seg.

- Vegurin til at gerast betur er at verða sjálvkritiskur og betra seg alla tíðina. Tað er umráðandi, at bæði leiðsla og starvsfólk hava viljan til at betra seg, sigur hann.

Og eitt er púra vist. Reproz var mest sum allastaðni, tá ið virðislønirnar fyri besta lýsingararbeiðið vóru lætnar um vikuskiftið.

 

 

 

***

 

Kolurnar 2007

 

Fríggjakvøldið vóru Kolu-virðislønirnar lætnar teimum, sum hava framt bestu avrikini innan lýsingararbeiðið farna árið. Vinnuvitan og Reklamufelagið skipaðu fyri.

Vinnarar í ymisku bólkunum gjørdust hesir:

Grafiskt design: "Halló! Brot úr einum fjarskiftandi alheimi". Sansir fyri Føroya Tele.

Sjónvarps- og biograflýsing: "Eitt er allastaðni". ReproZ fyri Eitt.

Útvarpslýsing: "Eitt er allastaðni". ReproZ fyri Eitt.

Uttanduralýsing: "Ymisk lán til ymiskan tørv". ReproZ fyri Føroya Banka.

Almannagagnslýsing: "Virkin og virðismikil" ReproZ fyri Javna.

Fjølpostur: "Hvonn bíleggingarseðil". Krea fyri Hvonn.

Prentlýsing: "Flakka til øll grannalondini" Sansir fyri Atlantic Airways.

Lýsingarherferð: "Eitt er allastaðni". ReproZ fyri Eitt.

Fólkið velur: samleikin hjá Eik. Petur & Petur fyri Eik.