- Vit hava mistanka til vatnið

- Fyrst legðist sonurin sjúkur, og síðan eg sjálvur. Hetta var óbehagiligt. Tað byrjaði við spýggisjúku og síðan búkilsku, sigur havnaborgari, sum herfyri lá sjúkur

Sjúka

 

- Eg eri ikki 100% vísur í, at sjúkan stavaði frá vatninum, men eg havi ein sterkan mistanka um tað.

Tað sigur havnaborgari, sum um dagarnar hevur ligið sjúkur.

Hann sigur, at fyrst legðist yngri sonurin sjúkur, og síðan hann sjálvur.

- Sonurin byrjaði at spýggja og fekk síðan búkilsku og nógvan fepur. Seinni legðist eg sjálvur sjúkur, og hetta byrjaði á sama hátt.

Havnaborgarin sigur, at hjá honum byrjaði tað eisini við spýggisjúku og síðan við ringari búkilsku og leysum lívi.

- Eg fekk nakað av fepri, men ikki tað nógva. Eg gjørdist rættiliga ússaligur, spýði nógv og hevði ongan matarlyst. Hetta vant upp á seg yvir einar 3-4 dagar.

Hann sigur, at eftir nøkrum døgum var neyðugt at fara til lækna at fáa heilivág, sum kundi stabilisera tarmar og maga.

- Seinni hoyra vit so, at ávísir trupulleikar hava verið við vatninum í høvuðsstaðnum, og tað er lætt at vera bakklókur.

Havnaborgarin sigur, at hann ikki er 100% vísur í, at tað er drekkivatnið, ið elvdi til sjúkuna, men hann hevur ein mistanka um, at so er.

- Vit hava drukkið ókókað vatn sum vanligt, men vit hava onga staðfesting av, um hetta nú var orsøkin, tí ongar veruligar kanningar eru gjørdar í so máta, sigur hann.

Havnaborgarin heldur, at Tórshavnar kommuna eiga at lata fólk vita, um minsti mistaki er til vatnið.

- Tað ger einki, um sagt verður frá einaferð ov nógv – heldur enn einaferð ov lítið, sigur hann.