? Vit hava mist øll rættindi

Maskinmeistararnir hjá SEV eru sum vera man sera misnøgdir við støðuna, nú Løgtingið leggur uppí sáttmálaviðurskiftini hjá teimum. ? Vit hava í veruleikanum ongan verkfalsrætt, og tað burdu vit fingið eitt sindur eyka fyri, sigur Kári Sigurheim, maskinmeistari á Sundsverkinum

? Nú skal døgurðin útá. Tá er forbrúkið av streymi størri, og so seta vit ein motor til afturat, sigur Kári Sigurheim, sum arbeiðir sum maskinmaður hjá SEV á verkinum inni á Sundi. Klokkan er umleið ellivu ein týsmorgun, tá Sosialurin fer á vitjan í einum av el-verkunum hjá SEV.
Síðani fer hann at manerera við tólini inni í kontrolrúminum. Generator nr. 3 verður settur til, tí nú skal meira "power" út úr verkinum. Útsendi blaðmaðurin hevur ikki skil fyri maskinum, so lítið høpi er í at tosa um maskinaríið.
Tó er øllum greitt, at motorarnir hjá SEV ikki koyra uttan maskinmeistarar, og um sáttmálaviðurskiftini ikki eru fingin í rættlag áðrenn mikudag klokkan 13.30, liggur landið í streymloysi.
Maskinmeistarafelagið hevur nevniliga boðað frá, at teirra limir ikki skulu møta til arbeiðis eftir hetta. Motorarnir verða tá sløktir, tí SEV hevur eisini boðað frá, at motorarnir koyra ikki uttan maskinmeistarar.

Fara aftur til arbeiðis
? Eg gangi bara út frá, at vit fara til arbeiðis aftur sum vant mikudagin, sigur Kári Sigurheim, eftir at hann hevur sett tann eina motorin frá og gevur sær stundir at práta um spentu støðuna.
Høgni Hoydal, varaløgmaður, hevur nevniliga heitt á Edmund Joensen, løgtingsformann, um at kalla tingið saman, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, hevur orðað eitt uppskot til samtyktar, sum skal forða fyri einum arbeiðssteðgi.
Misnøgdin millum maskinmeistararnar er sera stór, og teir kenna seg illa viðfarnar av landsstýrismanninum við fíggjarmálum, Karsten Hansen.
? Samráðingarrætturin er í veruleikanum tikin frá okkum, og vit hava eisini mist verkfalsrættin. Tað burdi givið eitt sindur eyka í løn, sigur Kári Sigurheim.
? Hetta er sum at spæla ein fótbóltsdyst, men tá dysturin er liðugur, sigur dómarin, at dysturin skal spælast umaftur. Vit hava í veruleikanum longu spælt ein umdyst, men nú skal dysturin eftir øllum at døma spælast fyri triðju ferð, sigur Kári Sigurheim, sum hevur arbeitt á verkinum inni á Sundi í sjey ár.

Boyggja seg fyri tinginum
Kári Sigurheim leggur stóran dent á, at eingin ósemja er millum SEV og Maskinmeistararnar, hóast hetta kann tykjast soleiðis í fjølmiðlunum.
? Vit kenna okkum kriminaliseraðar, tí at vit leggja arbeiðið niður, men hetta er okkara rættur, tá eingin sáttmáli er at halda seg til. Tað er ikki okkara trupulleiki, at SEV ikki hevur havt sítt bakland í lagi, sigur Kári Sigurheim.
Hann vísir samstundis á, at talan er bara um góðar fýrati maskinmeistarar, og tað oyðileggur ongan landsbúskap eftir hansara tykki.
? Tað er nú einaferð soleiðis, at løgtingið er suverent, og øll mugu halda landsins lógir, men vit eru skelkaðir av gongdini í hesum málinum, sigur maskinmeistarin á vakt hendan morgunin. Tveir maskinmeistarar eru til arbeiðis í senn, og teir arbeiða í trýskiftisvaktum.
Kári Sigurheim heldur, at hasin góðkenningarmyndugleikin skuldi verið tikin frá landsstýrismanninum. Tástaðni høvdu maskinmeistararnir havt veruligar sáttmálasamráðingar, heldur hann.
? Nú mugu vit bara taka til takkar við tí, sum landsstýrismaðurin bjóðar okkum, sigur ein misnøgdur maskinmeistari.