Síðani 2002 hava vit fiskað eini 70.000 tons minni av toski, hýsu og upsa. Hetta svarar til eitt avreiðingarvirði á upp í moti einari millard, sum vit hava mist.
Hetta staðfesti Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, á flokstinginum floksins í morgun.
- Sostatt er tað greitt, at eydnast tað okkum at fáa munandi meira burturúr tilfeingi og virðisøking, er ongin trupulleiki at figgja eitt sjálvstøðugt vælferðarsamfelag.
- Harafturat er greitt, at gongdin við keypi og sølu av fiskirættindum hevur elvt til eina gongd, har eitt ovurstórt tilfeingisgjald longu er goldið í føroysku fiskvinnuni.
Hann nevndi eisini teir vandar, hann sá við eini skipan um rullandi fiskloyvi, sum er eitt mál, ið samgongan hevur arbeitt við.
Avleiðingin er, at brúksrætturin verður nógv sterkari, næstan sum ognarrættur og hann verður latin fyri einki.
Samstundis fer prísurin á veiðirættindum upp og kunnu seljast saman við skipinum fyri milliardir.
Og tað vera tey, sum fara úr vinnuni, sum fáa ágóðan, men Føroya fólk, sum eigur tilfeingi, fær onki burtur úr.
Høgni Hoydal sær eisini ein vanda í, at fiskivinnan verður sera skuldarbundin og at tað bara verða útlendingar, sum kunnu bjóða uppá tey stóru skipini.
- Við hesari gongdini er vandi fyri, at tað verða einar tvær, tríggjar útlendskar fyritøkur, sum fáa ræðið á øllum okkara tilfeingi.
- Vandi er fyri, at útlendingar fáa ræði á føroysku fiskivinnuni og at teir kunnu taka vinningin úr vinnuni.
Høgni Hoydal sigur, at sostatt má ein skipan gerast, ið forðar fyri spekulasjón í fiskivinni og sum ger tað møguleigt hjá fyritøkum og fiskimonnum í Føroyum at sleppa framat og reka vinnu í Føroyum eftir skipaður leisti.
Í hesum sambandi hevur Tjóðveldi lagt uppskot fram um at steðga útlendskum kapitali, sum er í ferð við at keypa alt upp, sum formaðurin tekur til.
Samstundis eiga vit at tryggja, at bann verður sett fyri at selja fiskiloyvi, ímeðan vit fáa semju um eina varðandi og trygga skipan fyri fiskivinnuna í Føroyum.









