Vit hava øll lært av lekanum í Vági

- Neyðugt verður at taka spurningin upp, um nýggj krøv skulu setast til oljugoymslur, sigur Petur Lava Olsen, leiðari á Brunaumsjón Landsins, sum kortini heldur, at tað verður ógvuliga torført at tryggja seg fult og heilt ímóti teringi av stáli

Oljuleki

Petur Lava Olsen, leiðari á Brunaumsjón Landsins, sigur, at ein slíkur oljutangi, sum tann, ið fór at leka á Vágsverkinum, í fyrsta lagi er bjálvaður, og síðan er aftur ein klædningur uttan á honum. Tí kann tað taka sína tíð endaliga at fáa staðfest, hvaðani ein leki sum í hesum førinum stavar – og hví tangin fór at leka.
- Men so vítt, vit halda okkum vita nú, lekur tangin í tveimum støðum. Ein leki er á hvørji síðu, niðri við fótin á tanganum. Lekarnir eru staðfestir millum bjálvingina og sveipin, sum vit rópa tað.

Trupul teringur
Hann ásannar, at tað kann vera rættiliga torført undir regluliga og kravda eftirlitinum at staðfesta, um teringur er í stálinum, soleiðis at vandi er fyri, at tangar av hesum slagi kunnu fara at leka.
- Hetta er sum við einum stálskipi, sum okkurt slag av teringi kemur í. Stálið kann sum heild vera í fínasta lagi, men so knappliga í einum staði er teringur í. Orsøkirnar kunnu í tílíkum føri vera so nógvar, leggur hann aftrat.
Petur Lava Olsen sigur, at trupulleikin ofta er, at teringur kann vera rættiliga "lokalur" og soleiðis á einum ógvuliga lítlum øki.
- Teringur kann koma í av ymiskum orsøkum, men tað stutta av tí langa er, at talan er um smáar elektriskar spenningar, sum taka seg upp í stálinum.
Hann sigur, at teringur eitt nú kann koma í nær við sveisingar, og har ójavni er í dygdini av stálinum.
- Teringur kann eisini koma í, har hiti og kuldi møtast stálinum – ella, har eitt sonevnt kondenspunkt er. Hvar eitt slíkt punkt er, kann vera rættiliga ilt at siga.
Men teringur kann eisini standast av, at væta sleppur til stálið í onkrum ávísum staði í tanganum.


Skerpað eftirlit
Leiðarin á Brunaumsjón Landsins vísir á, at teir, ið eiga og reka skip, mangan eru vorðnir lumpaðir av, at teringur er komin í.
- Knappliga kunnu teir standa við einum trupulleika, sum teir slett ikki høvdu roknað við. Hetta kann eitt nú koma, eftir at skrokkurin hevur fingið eina bungu. Ein lítil elektriskur spenningur fer í gongd, sum við tíðini kann gera, at stálið terist við tí úrsliti, at hol at enda kemur á skrokkin. Soleiðis kann elektriski spenningurin gera, at tað veikara stálið verður "etið" upp av tí sterkara, sigur hann.
Petur Lava Olsen sigur, at slíkar hendingar sum tann í Vági, kunnu læra okkum øll nakað.
- Spurningurin um, hvussu eitt slíkt eftirlit skal verða, gerst aktuellur, og neyðugt verður at hyggja at, um ein ella annar tíðarkarmur skal ásetast, nær kravt verður, at farið verður afturum bjálvingina at hyggja at, hvussu vorðið er við stálinum. Tað er sjálvandi eitt størri arbeiði, men spurningurin er, hvussu vit tryggja okkum best ímóti tí, sum kann henda, um tað ikki verður gjørt.
Hann heldur, at neyðugt verður at taka upp spurningin, hvørji krøv skulu setast til slíkar tangar í framtíðini.
Petur Lava Olsen endurtekur, at SEV hevur hildið seg til tær ásetingar um eftirlit, sum eru galdandi á økinum.
- Men tað er ikki vist, at galdandi ásetingar eru nóg mikið, um vit skulu tryggja okkum betri ímóti tí ringastaa, sum kann henda, sigur leiðarin á Brunaumsjón Landsins, Petur Lava Olsen úr Suðuroy í morgun.