HEIÐURSLØN
Tað gjørdist Oddvør Johansen, sum fekk virðisløn M.A. Jacobsen virðislønina fyri fagrar bókmentir. Hon fekk virðislønina fyri skaldsøgu sína ?Tá eg havi málað summarhúsið?. Bókin snýr seg um unglingan Pedda, ið fyllir seytjan ár hin 6. oktober 1992, tá Sjóvinnubankin fór av knóranum. Hesin sami Pedda hevur rótað seg út í rúsevnismisnýtsla, og hann kemur skjótt í trupulleikar við løgregluna. Í bókini fylgja vit honum og hansara vinfólkum í svára tíðarskeiðinum i nítiárunum í Føroyum.
Talan er um níggjundu bókina hjá Oddvør.
Oddvør er fødd í 1941, og hon telist millum teir meira virknu rithøvundar í Føroyum hesi seinnu árini. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at hon fær M.A. Jacobsens virðisløn. Tað var í 1983 fyri skaldsøguna Lívsins summar, ið er eisini umsett til bæði danskt og svenskt.
?Tað er ikki minni gott hesaferð. Fyrstu ferð var so óroynd og var ikki rættiliga komin inn í henda heimin sum rithøvundi, men nú er tað eitt rættiligt herðaklapp, sigur Oddvør Johansen.
Turið Sigurðardóttir, umboðandi dómsnevndina, segði, at bókin tekur rúsevni upp sum evni, og hetta er forkunnugt í føroyskum bókmentum.
Sjálv takkaði Oddvør fyri heiðurin. Hon segði, at hon kendi tað sum ein heiður at sleppa at skriva á føroyskum máli.
Grundgevingin er soljóðandi:
?Í Skaldsøguni ?Tá ið havi málað? summarhúsið? er rúsevnisvandamálið fyrstu ferð tikið upp í føroyskum bókmentum. Nortið verður við stórar spurningar sum kriminaliseringina av hassji, sum kann hava verri evnismisnýtslu og onnur lógarbrot við sær. Hetta evnið verður lýst innanífrá gjøgnum frásøgnina hjá tí unga Pedda. Lív hansara og tað hjá vinmonnunum eru dømisøgur um, hvussu hassj og onnur rúsevni kunnu skeikla lívsleiðina.
Evnisliga er bókin landnám í føroyskum bókmentum. Hon sigur frá búningarárunum hjá nøkrum dreingjum í einum avgerandi tíðarskeiði í Føroya søgu, 1990-árunum.
Hon setir á nøkur evni, ið tola neyvari viðgerð.?
?Vit hava øll eitt summarhús, ið vit ætla at mála, segði Oddvør Johansen, tá hon takkaði fyri heiðurin á samkomu seinnapartin týsdagin.
Sambært Oddvør sjálvari er næsta skaldsøgan rættiliga langt burturi.
?Í løtuni haldi eg eina skrivipausu, staðfestir Oddvør Johansen.