Vit hava øll ábyrgdina

Umhvørvisvikan í Klaksvík fer í dybdina við evninum

Sunnudagin fara klaksvíkingar at seta sjónareykuna á umhvørvið, tá umhvørvisvikan fer av bakkastokki. Umhvørvisvika hevur verið í Klaksvík fyrr, men hetta er fyrsta árið, at Kunningarstovan stendur fyri tiltakinum. 

 


Annika Steintórsdóttir Biskopstø, samskipari, sigur, at fyriskipararnir hava lagt seg eftir, at vikan ikki bert snýr seg um tað estetiska, við at umhvørvið skal síggja vakurt út, men at farast eisini skal eitt sindur djypri í evnið ovurnýtsla og ábyrgd av umhvøvinum vit liva í.

 

 

Millum annað verður ein verkstova í Húsarhaldsskúlanum, har til ber at gera egið berinet. Eisini verður høvi at gera mat saman úr restum til tiltak í Tekninskskúla og planta egið grønmeti á ovaru hædd á Kunningarstovuni.

 

 


Til ymisku tiltøkini verður eggjað til, at fólk taka sín egna kopp við til kaffi og drekka annars, fyri at minka um brúkið av plastikki. Hetta kann møguliga tykjast eitt sindur løgið, greiðir Annika Steintórsdóttir Biskopstø frá, men um týðandi fólk í samfelagnum slóða fyri á hesum økinum, so kunnu vit fremja hugburðsbroyting.

 

 


Ein av døgunum í vikuni er tiltak, sum nevnist hjólvelting. Hetta er eitt súkklutiltak, har súkkla verður runt í býnum við pýntaðum súkklum. Endamálið er, at fáa fólk at súkkla saman, og fáa fólk at brúka súkkluna munandi meir í gerandisdegnum, sigur Annika Steintórsdóttir Biskopstø. 

 

 

-Føroyingar tykjast ongan trupulleika hava við at súkkla og ganga long strekki, tá vit eru uttanlands, men í Føroyum hava vit lært at okkum tørvar bilin. Tað botnar í vana og mentan, tí vit siga okkum sjálvi at tað er kalt og vátt, og tí hava vit brúk fyri bilinum, hóast teinurin er stuttur, sigur hon. 

 

 


-Tað er meir fokus á umhvørvið nú og fólk eru meir tilvataði um ta ábyrgdina, sum vit hava sum einstaklingar. Vit vilja varpa ljós á brúksvanar, oyðsl og mat sum fer til spillis. Eisini varpa vit ljós á hvørja ávirkan plastikk hevur á umhvørvið og eggja til, at fólk ikki altíð takka ja til plastikkposan í matvøruhandlinum, men samanlagt kenna ábyrgd fyri umhvørvinum, eisini tá vit eru úti og síggja rusk. Vit kunnu gera ein mun, bæði í tí stóra og í tí smáa, sigur hon.