- Vit hava kriminalitet og stættarmun

Nýggjársrøðan hjá løgmanni var misvísandi, tí vit hava bæði kriminalitet og stættarmun í Føroyum, heldur Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin

Jenis av Rana heldur, at nýggjársrøðan hjá løgmanni kemur við skeivum pástandum um føroyska samfelagið. Jenis sipar til útsøgnina hjá løgmanni um, at samanborið við onnur lond hava føroyingar hvørki kriminalitet ella stættarbýti.

- Tað er nakað forferdiligt tvætl at siga, at vit ongan kriminalitet ella stættarmun hava í Føroyum. Vit eru eitt minisamfelag, men vit hava sanniliga bæði kriminalitet og stættarmun. Høvdu vit rokna lutvíst mótvegis øðrum londum, so hevði úrslitið var eitt heilt annað, enn tað sum løgmaður kemur til, sigur tingmaðurin fyri Miðflokkin.
- Tað er ótrúligt, at løgmaður skal siga hetta í sama ári, sum foreldur í Havn hava gjørt eitt vaktarlið, sum verður sent út á gøtuna fyri at ansa eftir børnunum. Harafturat florera narkotisk evni í føroyska samfelagnum, so tað langt við síðuna av at siga slíkt.
- Fólk, sum eru úti á gøtuni á nátt siga, at vit politikarar vita als ikki, hvat vit tosa um. Tí støðan á gøtuni er ein heilt onnur, enn politikarar vilja gera hana til. Hevði løgmaður ferðast í øðrum umhvørvi, so hevði hann sagt nakað annað um kriminalitet og stættarmun, heldur Jenis av Rana.

Forðaði fólkinum
Jenis av Rana er eisini harmur um, at løgmaður í innleiðingini til nýggjársrøðu sína sigur, at føroyingar í farna ári tóku stórar avgerðir fram móti sjálvbjargni.

- Hetta sigur maðurin, sum forðaði fyri, at føroyingar fingu høvi at siga sína hugsa um fullveldisætlanina hjá landsstýrinum, sigur Jenis av Rana og sipar til, at ætlaða fólkaatkvøðan var avlýst, tá vandin var stórur fyri, at fólkið fór at siga nei til fullveldisætlanina hjá landsstýrinum.
- Tú kanst ivast í, hvussu stór stigini móti sjálvbjargni vóru, men tað varð noktað fólkinum at siga sína hugsan um hesa ætlan. Løgmaður kundi sagt, at føroyingar tóku stig fram móti sjálvbjargni, um fólkið hevði sagt ja á eini fólkaatkvøðu, men tað forðaði hann teimum fyri, heldur Jenis.