Peningastovnarnir vilja ikki hava sitandi á sær, at teir eru orsøk til, at fólk nú fáa skattarokning fyri eftirløn, sum tey hava inngoldið í fjør.
Meðan løgtingið í desember 2011 viðgjørdi lógaruppskotið um at broyta skattingina av eftirlønum, boðaðu peningastovnarnir frá, at teir kláraðu snøgt sagt ikki at umleggja skipanina millum jólanna.
Í skrivi til Fíggjarmálaráðið og Fíggjarnevndina hjá løgtinginum 22. desember 2011 (brøvini síggjast niðanfyri) søgdu peningastovnarnir greitt, at teir ikki kláraðu at hava eina nýggja skipan klára til 1. januar 2012.
Hoyr í samrøðuni niðanfyri, hví Súni Schwartz Jacobsen, formaður í Felagnum Peningastovnar, heldur kritikkin móti peningastovnunum vera ógrundaðan: