Vit hava ikki ráð til at bíða í eitt ár afturat

Borgarstjórin í Vági er serstakliga spentur, nú Løgtingið leggur síðstu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár

– Vit hava ikki ráð til at bíða eitt ár afturat. Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.

Hann er serstakliga spentur, nú Løgtingið leggur seinastu hond á fíggjarlóga fyri næsta ár.

Jørgen Niclasen, sum bæðu er landsstýrismaður í fíggjarmálum og í samferðslumálum, hevur boðað frá, at eingin peningur verður settur av til at gera forkanningar til Suðuroyartunnilin næsta ár.

Les eisini: Næsta ár verða eingir pengar settir av til Suðuroyartunnilin

Hinvgin hevur ein annar tinglimur í samgonguni, Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, gjørt greitt, at hann vil hava pengar á fíggjarlógina til Suðuroyartunnilin.

https://www.in.fo/news-detail/news/sidsta-ordid-er-ikki-sagt-enn-um-suduroyartunnilin/?no_cache=1Les eisini: Síðsta orðið er ikki sagt enn um Suðuroyartunnilin

Og tað er serliga hetta, Dennis Holm er spentur upp á.

Hann vísir á, at serfrøðingar á økinum hava víst á, at skal tað vera klárt at fara undir Suðuroyartunnilin tá ið tað er liðugt at bora Sandoyartunnilin, er tað neyðugt at fara undir fyrireikingarnar nú, tí tað tekur eini trý, fýra ár frá tí at farið verður undir forkanningarnar til tað er klárt at bora.

Tískil verður tað neyðugt at seta 6-7 milliónir av á fíggjarlógini næsta ár, og aftur 6-7 milliónir næsta ár.

https://www.in.fo/news-detail/news/skulu-seta-14-millionir-av-til-at-fyrireika-tunnil-til-suduroyar/?no_cache=1Les eisini: 14 milliónir setast av til at fyrireika tunnil til Suðuroyar

– Tí hava vit ikki ráð til at drála á við fyrireikingunum, sigur Dennis Holm.

Hann heldur, at tað er rættast at smíða ímeðan jarnið er heitt, og í løtuni er boriútgerðin í landinum, og fremsta serfrøðin í at gera undirsjóvartunlar er eisini her.

– Og tað sigur seg sjálvt, at verður ikki klárt at fara undir Suðuroyartunnilin, tá ið tað er liðug at bora Sandoyartunnilin, fer boriútgerðin av landinum og serfrøðin verður eisini spjadd í allar ættir.

Og hann leggur afturat, at gongdin í Suðuroy er so vánalig, at fast samband við meginøkið er einasta bjargingin.

Og tí heitir hann staðiliga á Løgtingið um at seta pening av til forkanningarnar longu næsta ár.

https://www.in.fo/news-detail/news/suduroyartunnilin-skal-projekterast-naesta-ar/?no_cache=1Les eisini: Suðuroyartunnilin skal projekterast næsta ár