Vit hava ikki ráð til alt

Sambandsmaðurin, ið hevur sitið í andstøðu seinastu fýra árini øtast við stýringini hjá samgonguni, har oyðsl og ósemjur hava verið afturvendandi

Sambært Høgna Mikkelsen, ið hevur sitið í andstøðu seinastu fýra árini, hevur staðið heilt illa til í samgonguni hetta valskeiðið.

- Vit hava sæð eina umsiting, sum bara er vaksin og vaksin. Tað ber ikki til, og tað merkist at borgarstjórin hevur koyrt solospæl, tí hava tey í samgonguni havt trupulleikar at semjast, sigur Høgni Mikkelsen. Hann leggur afturat, at hann heldur tað vera løgi, at í øðrum støðum siga tey fólki úr starvi, meðan umsitingin hjá kommununi bara veksur.

Eisini metir sambandsmaðurin, at tað als ikki ber til at gera tær útbyggingar, ið liggja í kortinum hjá sitandi samgongu.

- Vit mugu hugsa um, at tíðirnar ikki eru sum tær hava verið, og tí kunnu vit ikki rokna við at kunna byggja tað flottasta av tí flottasta. Vit mugu heldur nýta peningin har hann ger mest nyttu, heldur enn at oyðsla, so vit fáa dýrar arkitektar, fortelur Høgni Mikkelsen, sum eisini heldur tað vera løgi at byggja so nógv nýtt, tá mann als ikki fylgir upp og finnur útav hvat eldru bygningarnir skulu nýtast til.


Okkum mangla grundstykkir

- Ítrótturin hevur fingið alt ov nógv. Onki hevur verið gjørt fyri at útvega grundstykkir, og tað er ein stórur trupulleiki og tey, sum eru ávegis eru alt ov dýr. Eisini er tað sera løgi, at mann knappliga, so stutt fyri valið, skal seta spakan í til eina fimleikarhøll. Tað kann mann næstan síggja sum beinleiðis valagn, sigur Høgni Mikkelsen. Sum heldur tað vera løgi, at ítrótturin hevur fingið so nógv, og onnur so lítið.


Skal rudda upp

Sambandsmaðurin metir tó, at upprudding verður gjørd til valið. Tí hann ætlar sær at syrgja fyri at ikki meiri peningur verður nýttur enn neyðugt.

- Vit mugu syrgja fyri at lata vera við at seta fleiri fólk í umsitingina. Samstundis mugu vit eisini royna at fáa skil uppá at hava greiðar og konkretar ætlanir við tingunum vit gera, so skil verður á, sigur Høgni Mikkelsen. Hann greiðir eisini frá, at hann heldur tað vera so løgi, at samskifti við kommununa er so tungt, og at hetta skal broytast.