Vit hava ikki ráð at lata vera

Í Útvarpinum sunnudagin segði Svein Christiansen, stjóri í NCC, at tunnilin til Sandoynna fer helst at kosta eitt stað ímillum eina hálva og heila milliard. Hóast tað heldur Høgni Hoydal, at vit eiga fara undir ætlanina beinanvegin:

- Ongin ivi er um, at hetta er ein stór íløga, men eg haldi, at spurningurin er ikki, um vit hava ráð til eina íløgu av hesum slagnum, men heldur er spurningurin, um vit hava ráð at lata vera, heldur Høgni Hoydal.
Tað var, tá í tjóðveldisflokkurin í samgongu, at ætlaninar um undirsjóvartunlarnar vóru gjørdar, og tá var tunnilin til Sandoynna tann triðji í røðini. Nú er tað so vorðið so mikið ítøkiligt, at kunnandi fundur hevur verið og ein nevnd verður sett at arbeiða við fyrireikingunum.
Við tunlinum verður Sandoyggin ein partur miðstaðarøkinum, og miðpunktið verður flutt. Sambært Svein Christiansen verður koyrandi til Sandoynna um fimm og eitt hálvt ár, og tá so verður, sær Høgni Hoydal sær Sandoynna sum eina oyggj við eini bjartari framtíð og stórum potentiali.