Føroysku hondbóltslandsliðini kunnu ikki í undankappingum spæla sínar heimadystir í Føroyum. Tað heldur aðalskrivarin í ÍSF vera eina vanlukku.
– Tað er sera óheppið fyri hvørja undankapping, ja, fyri hvønn dyst, at vit ikki kunnu spæla á heimavølli. Tað er ein vanlukka fyri føroyskan ítrótt, sigur Petur Mittún.
Og tí heldur hann, at tað hevur skund at fáa eina stórhøll, ið lýkur altjóða krøv, so at til ber at spæla heimadystirnar í Føroyum.
– Tað má og skal koma upp á pláss – ongantíð ov skjótt, sigur aðalskrivarin.
Vísa vælvilja í verki
ÍSF hevur tó ikki verið í ítøkiligum samskifti við politiska myndugleikan um at fáa eina stórhøll í Føroyum.
– Formliga hava vit ikki tosað um tað. Tað er tó kanska nevnt í onkrum práti. Vit gleðast um, at Sjóvar kommuna og Tórshavnar kommuna arbeiða við ætlanum um eina tílíka høll, og vit vilja stuðla hesum ætlanum. Vit gleðast um alt, sum kann betra um umstøðurnar hjá føroyskum ítrótti, og føroyskur ítróttur hevur stóran tørv á eini tílíkari høll, sigur Petur Mittún.
Hann vísir á, at støðan er eitt sindur tann sama sum við fótbóltshøllum.
– Har hevur verið tosað um tað í fleiri ár, men enn er ikki so nógv hent. Vit gleðast um áræði, sum kommunur vísa, og vit vóna, at tað skjótt verður veruleiki við eini stórhøll. Vit hoyra, at almennu myndugleikarnir vísa eini stórhøll vælvilja – nú er at vísa tað í verki, sigur Petur Mittún.
Lesið meira um stórhøllina í vikuskiftissosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið. Blaðið kann eisini lesast her.