– Vit hava ikki manglað tilfar

Soleiðis sigur Andrias Høgenni, kabarettleikstjóri

Fyrireikingarnar til ólavsøkukabarettina eru í fullari ferð, og um dagarnar er kabarettmanningin til venjing, har alt skal fáast upp á pláss, áðrenn kabarettin skal filmast 21. juli.

Les eisini: Hópfíggjað ólavsøkukabarett í sjónvarpinum

– Kabarettin er skrivað, og vit hava fingið skránna upp á pláss. Tað er hent ótrúliga nógv seinasta árið, so vit hava ikki manglað tilfar, sigur Andrias Høgenni, leikstjóri.

Andrias Høgenni var eisini leikstjóri til kabarettina í fjør, og manningin er nærum tann sama, sigur hann og remsar nøvnini upp.

Jákup Dahl Wardum, Sóley Danielsen, Torkil Tórgarð og Katrin Joensen-Næs vóru øll í kabaretttoyminum í fjør, og Elias Magnussen er komin aftrat í ár.

Elinborg Weihe Thomassen er stagehand, og Franklin Symphor Henriksen er framleiðslustjóri.

Andrias Høgenni sigur, at fyrireikingarnar til kabarettina fóru so smátt í gongd fyri einum hálvum ári síðani, tá limir fóru at menna konsept og gera notur yvir, hvat innihaldið kundi verða.

– So kom koronukreppan, og alt varð blakað eitt sindur upp í luftina, og nú er ætlanin, at kabarettin skal vera eitt sindur háaktuell, sigur Andrias Høgenni.