– Vit eru heimsins frælsasta fólk í heimsins besta landi. Tað var niðurstøðan hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, og formanni í Sambandsflokkinum, á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum um vikuskiftið. Og hann leggur afturat, at hetta er tíð at vit eru í einum ríkisfelagsskapi, sum gevur okkum eina styrki, vit annars ikki høvdu havt.
Sambandsflokkurin er ein toppmodernaður flokkur í einum toppmodernaðum ríkisfelagsskapi, er boðskapurin hjá formanninum í flokkinum. Hann staðfestir, at ríkisfelagsskapurin er ikki ein steinrunnin felagsskapur, men ein felagsskapur, sum er nógv mentur hesa seinastu øldina og hann verður mentur alla tíðina.
– Var ríkisfelagsskapurin ikki ein rúmlig skipan, høvdu vit ikki havt eina heimstýrislóg, tí tað er ikki í samsvari við grundlógina. Tað er heldur ikki í samsvari við grundlógina, at vit krevja skatt inn í Føroyum. Og eftir grundlógini er tað bara drotningin, sum kann skriva undir lógir, men tað ger Føroya Løgmaður kortini.
Í skemti plagdi eg siga, at í so máta eri er drotning í Føroyum, helt hann skemtiliga fyri.
Hann sigu, at grundin til, at vit hava klárað okkum so væl, er tí at vit hava havt eina styrki í ríkisfelagsskapinum. Vit eru í einum sterkum, sunnum og modernaðum Ríkisfelagsskapi, sum ferð aftaná ferð prógvar sítt virði, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Hann sigur, at eisini hesi seinastu tvey árini eru stig tikin, til at gera felagsskapin enn rúmiligari og smidligari. Tað er nú ómakaleyst hjá føroyingum at útvega sær danskt CPR-nummar og NemID. Hetta hevur verið okkara mál í longri tíð, og nú er tað loyst. Hetta er ein fongur fyri lesandi, fyri tey, ið skulu niður í sjúkraørindum og fyri tey mongu, ið vilja út at síggja heimin, sigur hann.
– Ríkisfelagsskapurin hevur eisini prógvað sítt virði í samband við tey felags málsøki vit hava. Uttanríkispolitikkur og verjupolitikkur hava fylt alsamt meira í samskiftinum í millum teir tríggjar ríkispartarnar.
– Spenningar í arktiska økinum og um okkara leiðir gera, at vit sjálvi mugu taka støðu til mál, ið vit annars fyrr havi latið danskar myndugleikar um, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum. Tí vil Sambandsflokkurin hava, at vit í Føroyum fáa størri politiskt rásarúm í okkara egnu uttanríkismálum og verjumálum.
Fyrr í summar var ríkisfundur á Marienborg har eg hitti statsministarin, Mette Frederiksen og formannin fyri Naalakkersuisut, Múte Borup Egede. Niðurstøðan var, at Føroyar og Grønland skulu hava størri ávirkan í uttanríkis- og verjumálum í kongaríkinum. Vit avtalaðu at seta eina samstarvsnevnd við umboðum úr Føroyum, Danmark og Grønlandi, sum í felag skulu viðgera uttanríkis- og verjupolitiskar støður í Norðatlantshavi og Arktis.
– Hetta var eitt stórt framstig, sum eingin føroysk stjórn fyrr hevur megnað, sigur Bárður á Steig Nielsen. Og hann sigur, at Sambandsflokkurin heldur fast um, at eingin avgerð skal takast um Føroyar - uttanum føroyskar myndugleikar.
– Gongdin hesi seinastu tvey árini hevur prógvað av álvara, at ríkisfelagsskapurin er í menning, og hann verður moderniseraður við vælvild frá øllum ríkispørtum, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.