Vit hava havt trupulleikar alla tíðina

Støðan í samgonguni er ótolandi sigur Poul Michelsen, sum nú eisini váttar, at stevið í samgonguni hevur verið vánaligt alla tíðina

Vit hava havt trupulleikar alla tíðina

 

Hetta er ótolandi sigur Poul Michelsen, sum nú eisini váttar, at stevið í samgonguni hevur verið vánaligt alla tíðina

 

– Stevið í samgonguni hevur verið vánaligt alla tíðina. Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn við Rás2 nú á miðdegi.

 

Í morgun gav hann ilt av sær um samstarvið í samgonguni og samstundis ávaraði hann Javnaðarflokkin, at fær hann ikki skil sínum egnu viðurskiftum, er samgongan fokin, áðrenn nakar grunar tað.

 

 

Trýst HER og les meiri um, hví Poul Michelsen sigur, at samgongan verður slitin, kemur ikki annað lag á.

 

 

Hetta er ótolandi og í løtuni Javnaðarflokkurin gongur javnaðarflokkurin í einar fýra ella fimm ymsar ættir, sum einki hava við samgonguna at gera, sigur Poul Michelsen, nú hann nágreinar sína støðu á Rás2.

Men hann sigur eisini, at tað er ikki bara seinastu tíðina, at samgongan hevur havt trupulleikar, tí tað hevur hon, fyri so vítt, havt alla tíðina.

Og hann sigur, at hann rætt og slætt ikki finnur seg í hesum arbeiðslagnum og hann minnur samstundis Javnaðarflokkin á, at um tríggjar vikur skal samgongan hava avgreitt eina ørgrynnu av málum, har av fleiri stórmál eru.

 

Samgongan hevur eina ørgrynnu av málum, sum ligga súltað í ymsum nevndum, tí semja fæst ikki um tey, bæði alilógin, lógin um veiðigjald og pensjónssnýskipanin fyri at nevna nøkur av teimum stóru.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Poul Michelsen greiða frá, hví hann ikki finnur seg í hesum arbeiðslagnum longur.