Eg haldi ikki, at tað nakrantíð er hent fyrr, at partabrøv eru lækkað so nógv upp á so stutta tíð, sum tey eru lækkað hesa vikuna.
Tað sigur Sverri Justinussen, leiðari í Market í Betri Banka.
Sum vit skrivaðu fyrr í dag, eru partabrøvini í Bakkafrost nógv fallin hesar seinastu dagarnar. Men hetta ávirkar øll heimsins partabrøv, men kortini eru partabrøvini í Bank Nordik gingin fyribils gingin frí, sigur hann.
Les eisini; Corona virus hevur kosta Regini 430 milliónir
Hann sigur, at vit hava havt eina blóðreyða viku og hann heldur ikki, at tað nakrantíð er hent fyrr, í hvussu so er hesi seinastu 100 árini, at partabrøvini eru fallin so nógv.
Og orsøkin til fallið er tann stóri ótryggleikin, sum corone virusssið, sum herjar um stóran part av heiminum, elvir til.
Men hann heldur kortini, at vit skulu sláa kalt vatn í blóðið.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Sverra Justinussen greiða frá støðuni, og hví hann heldur, at vit skulu sláa kalt vatn í blóðið.











