Hóast Fólkaflokkurin í kanningini hjá Gallup er akkurát ov stuttur til ein fólkatingssess, so hevur kanningin skapt optimismu í flokkinum.
? Vit plaga ongantíð at klára okkum væl í veljarakanningum, og tí eru vit eitt sindur ovfarin av, at úrslitið í hesari kanningini var so gott. Hetta gevur gott mót til valið, sigur Jørgen Niclasen, sum er eitt av valevnunum hjá Fólkaflokkinum.
? Hetta skuldi verið eitt signal til fólkafloksveljarar og aðrar veljar, sum sympatisera við okkum, um at fara á val týsdagin.
Ikki so uppbýtt longur
Jørgen Niclasen heldur, at borgarligir veljarar í Føroyum skulu hugsa seg um, tá ið teir fara á val.
? Í løtuni standa tveir sosialistiskir flokkir til at fáa umboð í fólkatingið, og tí mugu borgarligir veljarar í Føroyum hugsa seg, tá teir fara á val. Fólkaflokkurin kann vera røddin hjá teimum borgarligur og sjálvstýrissinnaðu føroyingunum, sigur Jørgen Niclasen.
? Føroyskur politikkur er ikki so uppbýttir í tveir blokkar, sum hann var fyri tveimum árum síðani, og tað er helst ein vansi fyri Sambandsflokkin og kanska ein fyrimunur fyri Fólkaflokkin.