Vit hava gjørt ein feil

Tórshavnar kommuna tekur atfinningarnar móti KT-trygdini til sín og ásannar, at tey gjørdu ein feil.

 

Tórshavnar kommuna tekur atfinningarnar móti KT-trygdini til sín og ásannar, at tey gjørdu ein feil í samband við innskrivingina til 1. flokk.

- Tað, sum er hent her, er at vit keyptu eina tænastu inn frá einum uttanhýsis veitara, men vit gloymdu at gera vart við, at upplýsingarnar skuldu bronglast, tá tær blivu sendar, greiðir Lars Larsen Black, KT-leiðari í Tórshavnar kommunu frá.

 

Tað var, tá foreldur skuldu innskriva børnini í 1. flokk, at foreldur varnaðust, at nakrar kommunur, teirra millum Tórshavnar kommuna, bað um p-talið umvegis eitt ótrygt net.

 

Sambært KT-kønum er hetta sum at biða fólk senda sær p-talið á einum postkorti, so at hvør sum helst hevur møguleika at síggja tað og síðani eisini misbrúka tað.

 

Les eisini Hetta er ikki gott nokk

 

Lars Larsen Black ásannar, at slíkt ikki skal koma fyri og er samdur við Dátueftirlitinum, at hetta ikki er nóg gott.

- Tíbetur hava vit eitt virkið netverk av KT-fólkum og foreldrum her í landinum, sum eru vakin og beinanvegin boðaðu kommununi frá, sigur hann.

 

Les eisini KT-trygdin er ov vánalig

 

Hann sigur, at tá tey fingu boðini, valdu tey at broyta formularin, so at tað ikki longur bleiv biðið um p-tal, samstundis sum arbeiðið við at skipa fyri brongling av persónsupplýsingum bleiv sett í gongd beinanvegin.

 

Lars Larsen Black harmast um, at hetta hendi, men greiðir frá, at slíkt kann koma fyri, nú øll umsitingin er í ferð við at talgilda ymiskar tænastur hjá kommununi.

- Hesa ferð hava vit verið ov skjót á avtrekkjaranum og slept síðuni út á netið uttan neyðugu KT-trygdina. Tað er harmiligt, at tað hendi og heilt eyðsæð okkara feilur, og sum sagt vórðu stig beinanvegin tikin til at bøta um trygdina, sigur hann.