Vit hava góð argumentir

Norðurlandaráðið hevði fund í Stockhólmi hósdagin, og hóast málið ikki var á skránni har er greitt, at stovnurin skal spara 10% av fíggjarætlanini.

Norðurlendskt samstarv hevur eina samlaða fíggjarætlan upp á útvið eina milliard. Hon fer til mentan og samstarv á nógvum økjum.

- Tað eru stjórnirnar í norðurlondum, sum avgera, hvussu tað skal gerast. Danmark hevur sum einasta landið kravt, at sparast skulu 10% yvir tvey ár. Øll hini londini vóru ímóti, men tað er kortini samtykt, tí øll londini skulu vera samd, sigur Høgni Hoydal, sum er limur í fíggjarbólkinum hjá Norðurlandaráðnum.

Nú stendur so eftir, hvussu hesar sparingarnar skulu fara fram.

- Tað, sum er málið, ikki bet hjá okkum, men hjá inum stórum parti av Norðurlandaráðnum, er, at tað, sum hvu við borgaran at gera, verður í minstan un rakt. Tað vil siga á mentanarøkinum og á útbúgvingarøkinum og aðrastaðni, sigur Høgni Hoydal.

Sama er galdandi fyri norðurlendsku húsini í Grønlandi, Íslandi Føroyum og Álandi.

- Verða hesi húsini skorin, fær tað ógvuliga stórar avliðingar, tí bara við at hyggja at, hvar Norðurlandahúsið í Føroyum ger, og teir ringvinrkingar, hetta hevur á mengtanina, ger stóran mun, sigur Høgni Hoydal.

Hetta dregur eisini nógvar aðrar pengar til sín.

- So vit halda, at vit hava ógvuliga góð argumentir fyri, at skerjingarnar ikki sulu raka Norðurlandahúsið í Føroyum ella í hinum trimum londiunum, sigur Høgni Hoydal.