Vit hava góðan og trúfastan skara av viðskiftafólki, so vit hava góðar vónir um framtíðina. Tað sigur Kirstin Holm, sum rekur handilin, Við Bakkhús, í Hvalba. Í eini tíð, har rákið er, at ein bygdarhandil fyri, og annar eftir, letur aftur, ganga tey við Bakkhús beint ímóti rákinum, og hava bygt handilin munandi út.
Í hesum sambandi hevur handilin verið stongdur í góðar tríggjar vikur, men í morgun læt hann upp aftur í at kalla nýggjum hølum. Handilshølini eru nú slakar 200 fermetrar, og sostatt er handilin nú at at kalla tvær ferðir so stórur, sum hann var.
Kirtin Holm sigur, at hetta hevur teimum munandi betri umstøður at arbeiða í, og tað merkir eisini, at tey kunnu hava eitt størri úrval av vørum, við størri, og betri kølarum og hillaplássi annars.
Tað hevur verið fitt av fólki á gátt í handlinum í morgun, og tað er ikki sørt, at fólk hava saknað hann hesa tíðina, hann hevur verið lukkaður. Sum ein helt fyri, at vit vita ikki, hvussu hent tað er at hava handil í bygdini, fyrr enn eingin er.
Tað hava verið nógvir handlar í Hvalba, men handilin við Bakkhús er tann einasti, sum hevur hórað undan. Og Kirstin Holm sigur, at tey hava rættiliga góðar vónir um framtíðina, annars vóru tey heldur ikki farin undir útbyggingina.
Vit hava ein góðan og trúfastan skara av viðskiftafólki, sigur hon. Høvuðsgrundarlagið eru tey, sum búgva í Sandvík og í Hvalba, og Kirstin Holm heldur, at tey eru góð við handilin. Tey við Bakkhús selja eisini bensin og diesel, og harumframt proviantera tey eisini tríggjar trolarar í Hvalba, og tað er eisini eitt gott íkast til raksturin, sigur hon.
Á myndin eru tey, frá vinstru, hjúnini Mannbjørn og Kirstin Holm, sum eiga handilin, og so fimm av starvsfólkunum, Annika Jacobsen Poulsen, Majbritt West, Óluva Hammer, Jonna Dimon og Rakul Mørk. Mynd: Poul Laust Christiansen.
Niðan fyri eru nakrar myndir afturat, sum Poul Laust Christiansen tók av handilinum, nú hann læt upp í morgun