Vit hava góða tíð



- Fyri okkum kann nýggja vaktar- og bjargingarskipið verða liggjandi í Noregi so leingi tað skal vera, sigur formaðurin í Føroya Maskinmeistarafelag

 

-Vit hava góða tíð. So fyri okkum kann Brimil verða liggjandi í Noregi so leingi tað skal vera.

Finnleif Guttesen, formaður í Føroya Maskinmeistarafelag fær ikki nervar av ósemjuni ímillum Fíggjarmálastýrinum og manningarfeløgini um sáttmálan hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktar- og bjargingarskipinum.

Hann sigur lønin hjá teimum, sum sigla við Vaktar- og Bjargingartænastuni er alt ov lág, og nú ein nýggjur sáttmáli skal gerast fyri Brimil, er tað greitt, at teir vilja hava hana upp.

Hann vil ikki siga, hvørji krøvini eru, men hann sigur, at lønin er so lág nú, at tað er láturligt í eygunum á maskinmeistarum úttanlands, sum teir hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni kunnu samanbera seg við.

-Eg haldi, at okkara krøv eru rímilig. Verða tey gingin á møti, verður lønin hægri enn í summum av hinum sáttmálunum, vit hava. Men hon verður framvegis lægri enn í øðrum sáttmálum, sum vit eisini hava.

Hann viðgongur, at orsøkin til, at maskinmeistararnir eru komnir í hesa støðuna, er, at teir hava ikki verið nóg dugnaligir at fáa lønina hækkaða tey seinastu árini.

-Har mugu vit taka í egnan barm, men tað mugu vit so rætta nú.

Og hann dylir heldur ikki fyri, at Brimil er eitt kærkomið høvi til at fáa gjørt nakað munagott við lønina.

Hann heldur ikki, at trýstið liggur á maskinmeistarunum at fáa tann nýggja sáttmálan undir land.

-Trýstið liggur hjá Landsstýrinum, tí maskinmeistararnir kunnu altíð fáa størv við betri løn, enn teir kunnu fáa hjá Vaktar-og bjargingartænastuni. Vit taka tað púra róligt, tí hvat okkum viðvíkur hevur tað ikki skund at fáa Brimil heim.

Hann sigur, at tað skulu vera tríggir mans í maskinuni á Brimli, tveir við fullari útbúgving og ein maskinistur.

Men fíggjarmálastýrið sigur jú, at tað er ikki nýggjur sáttmáli, sum samráðast skal um. Tað, sum hettasnýr seg um, er at finna ein lønarbólk í sáttmálanum sum er, at løna menninar eftir?

-Tað er skeivt. Fyri okkum er tað ongin ivi um, at tað er ein nýggjur sáttmáli, sum vit skulu samráðast um. Tað hava vit eina lógfrøðiliga váttan fyri og hesari váttan hevur Fíggjarmálastýrið ikki mótmælt.

Hann vísir eisini á, at tað er Fíggjarmálastýrið, sum hevur skyldina av, at hendan setøðan er íkomin.

-Tá ið sáttmálasamráðingar vóru seinast, ætlaðu vit at gera sáttmála fyri Brimil, men tað vildi Fíggjarmálastýrið ikki. Men nú vísir tað seg so, at teir hava bitið seg sjálvar í halan.


Stríðið hert

Stríðið um Brimilin er nógv hert seinastu dagarnar og m.a. hevur Fíggjarmálastýrið steðgað lønunum til menninar á nýggja Brimli.

- Sostatt er verkbann sett í verk ímóti okkum og tað fara vit eisini at mótmæla. Og eins og Skipara- og Navigatørfelagið, hava eisini vit tikið fyrivarni fyri at seta tiltøk í verk, sum fara at raka alla Vaktar- og Bjargingartænastuna. Vit hava eisini tikið fyrivarni fyri at krevja endurgjald fyri, at lønin er steðgað.

Finnleif Guttesen sigur, at tað kann hugsast, at tað kemur hartil, at tað verður neyðugt at seta tiltøk í verk, sum kann raka hini skipini, eins og Vaktar- og Bjargingartænastuna annars. Men enn er tað ikki upp á tal.