Vit hava fult tamarhald á støðuni

Tummas Arabo og onnur hava onga orsøk at stúrafyri einskiljingum, sigur løgmaður

Einskiljingar

 Endamálið við einskiljingum er at fáa greiðan skilnað ímillum tað almenna og tað privata. Endamálið er at taka váðan frá landskassanum og leggja hann yvir á tey privatu, so at landskassin kann brúka sína orku til uppgávur, sum ongin annar ger og sum ongin annar skal gera.
Jóannes Eidesgaard vísir aftur óttanum frá Tummas Arabo og øðrum javnaðarfólkum fyri teimum einskiljingum, sum ætlanin nú er at seta í verk.
Á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum nevndi hann, at endamálið við einskiljingunum er at frígera kapital til at betala skuldina niður fyri og til at útbyggja okkara vælferð fyri.
Jóannes Eidesgaard fegnaðist annars um, at tað vóru fólk í flokkinum, sum høvdu teirra egnu meiningar.
 Tað er tekin um, at vit hava ein livandi flokk.
Men løgmaður er eisini sannførdur um, at tað ber væl til at fremja eina samhaldsfasta einskiljing.
 Tað ber væl til, tí ein samhaldsføst einskiljing er ein einskiljing, har peningurin verður brúktur til at gjalda til okkara felags áhugamál við.

Alment monopol ístaðin fyri privat monopol
Síðani umrøddi løgmaður einskiljingina av Atlantsflogi.
Atlantsflog er eitt politiskt projekt,tí landsstýrið vildi ikki góðtaka, at vit høvdu eitt privat monopol á økinum og tí vildu vit hava eitt føroyskt flogfelag, sum kundi taka kappingina upp við tað privata monopolið hjá Maersk.
 Men tíverri mistu vit kappingarneytan, Maersk og tað var eitt veldugt afturstig fyri brúkaran. Ìstaðin fyri tað privata monopolið, hava vit nú fingið eitt alment monopol.
Eitt monopol er ongantíð av tí góða og tí er umráðandi at fáa kapping á økinum, Men, sum er nú, fáa vit ongan kapping, tí forðingarnar fyri kapping eru ov nógvar. Eitt nú hava vit eitt tjóðarflogfelag, sum neyvan nakar torir at taka kappingina upp ímóti.
 Men vit hava eisini ein flogvøll, sum forðar øðrum flogfeløgum við øðrum flogførum at brúka, tí hann er ov stuttur. Men tað eru eisini løgfrøðiligar forðingar, sum forða fyri fríari kapping.
 Tí hongur einskiljingin av Atlantsflogi saman við liberaliseringum, sum ger, at Atlantsflog kann flúgva ímillumES- lond og flogfeløg í ES eisini kunnu taka Føroyar við upp í rutunetið. Men tað verður eisini neyðugt at longja flogvøllin, í hvussu so er til 1600 metrar og fáa útbygt terminalin og parkeringsplássini.
Løgmaður vónaði, at gongd fæst á hesa útbygging sum skjótast.

Fult tamarhald á tilgongdini
Hann vísti eisini á, at nú Atlantsflog skal einskiljast, skal landið í hvussu so er hava 34% av partabrøvunum eftir.
- Tað, merkir, at landið, í hvussu so er tey næstu sjey árini, kemur at hava ein blokerandi minniluta í Atlantsflogi, so at týðandi avgerðir ikki kunnu takast uttan føroyska góðkenning. Harafturat er ætlanin at gera ein partabrævasáttmála um nøkur grundleggjandi viðurskifti. Eitt, sum hesin sáttmáli kemur at fevna um, er, at Atlantsflog eisini frameftir skal hava høvuðsstøð í Føroyum og at flogruturnar skulu hava útgangsstøðið úr Føroyum.
 Sostatt koma viðurskiftini rundanum Atlantsflog at vera at kalla óbroytt, eftir at tað er einskilt.
 Men vísir tað seg at vit, eftir hesi skey árini, hava fingið nøktandi kapping á økinum og vit annars meta, at landið eigur at taka seg heilt burturúr Atlantsflogi, kann tað lata seg gera at selja tey 34% av partabrøvunum, sum tað almenna skal eiga eftir. Men landið kann eisini varðveita síni partabrøv, um tað verður neyðugt.
Løgmaður vísti á, at talan er sostatt allan vegin um eina tilgongd, sum fult tamarhald er á.
Hann stúrdi heldur ikki fyri Atlantsflogi, tí tað hevði so ótrúliga stóra undirtøku frá Føroya fólki.
 Tað er eisini umráðandi, at privatir íleggjarar fáa høvi at keypa partabrøv í Atlantsflogi, so at góðir møguleikar eru fyri, at meginparturin av partabrøvunum altíð verður verðandi á føroyskum hondum.
Løgmaður heldur, at ein einskiljing, kann útvega Atlantsflogi ein samstarvsfelaga, sum kann geva føroyska felagnum enn meiri flúgving, enn tað hevur í dag.

Mugu seta mark
Jóannes Eidesgaard segði, annars, at tað hevur stóran týdning, at javnaðarflokkurin setir sær eitt greitt mark fyri, hvat vil góðtaka av einskiljingum.
- Tær fyritøkur, vit nú tosa um at einskilja, eru fyritøkur, sum alla aðrastaðni eru á privatum hondum. Støðan í Føroyum er heilt serlig við tað, at tað almenna eigur so nógvar fyritøkur, at tað eru bara Norðurkorea og Kuba, sum kunnu samanberast við okkum.
Men tað er heiltgreitt, at Javnaðarflokkurin fer ikki at góðtaka, at vælferðartænastur, heilsuverk, skúlaverk o.a. verður einskilt, men tað er onki í vegin fyri at einskilja handilsligar fyritøkur burturav.