Vit hava frustreraðar veljarar

Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum, vil nú hava frið í flokkin, tí ymisku útmeldingarnar frustrera veljararnar.

Vit skulu gevast at skjóta hvønn annan. Vit kunnu saktans diskutera innanhýsis, men lat okkum for Guds skyld fara út sum ein maður.

Johan Dahl, næstformaður í Sambandsflokkinum, fann stóru stavirnar fram, tá hann helt røðu fyri fundinum hjá Sambandflokkinum.

Hann vísti harvið til serliga Edmund Joensen og Magna Laksáfoss, sum fleiri ferðir eru gingnir solo.

- Vit hava frustreraðar veljarar, og sigur seg sjálvt, tá vit koma út við so ymiskum útspælum, segði Johan Dahl.