Tað sigur Bergleif Brimvík um tekstin hjá Jákup Eli Joensen, »Eg drap løgmann«.
Tað kom fram 21. september á Facebook, at Jákup Eli Joensen hevði havt vitjan av politinum í sambandi við sangin, »Eg drap løgmann«, sum kom út á Facebook 9. september.
- Eg kann váttað, at vit hava fingið eina fráboðan um tekstin á hesum sanginum, og eg kann eisini vátta, at politiið hevur verið á gátt hjá Jákup Eli Joensen, sigur Bergleif Brimvík.
Hann sigur, at politiið framvegis kannar málið, men at hann ikki dugir í løtuni at siga, um farið verður víðari við málinum.
- Tað kann eg einki siga um í løtuni, sigur Bergleif Brimvík.
21. september skrivaði Jákup Eli Joensen soleiðis á sínum faebook profili:
»Fekk vitjan ígjár av tveimun politistum, sum vildu hava fatur í einum teksti hjá mær um løgmann Tað teir ikki orduliga skiltu var, at eg sang um allir løgmenn í føroyum, og um mína ónøgd inná teir, og at sangurin ikki bert handlaði um tann løgmann vit hava í dag, men nú fáa vit, at síggja hvussu leikur fer fram, um tað verður tikið seriøst, ella ikki«.
Lagið hjá Jákup Eli kann hoyrast VIÐ AT TRÝSTA HER