Fyrrapartin í gjár frættist frá álítandi keldum, at landsverkfrøðingurin var uppsagdur. Hann skuldi hava fingið munnliga uppsøgn.
Sosialurin tosaði við Henning Jacobsen fyrrapartin í gjár. Hann var staddur heima, av tí at hann var farin í jólafrí.
Landsverkfrøðingurin sigur, at hann ikki hevur fingið skrivliga uppsøgn, so sum lógin fyriskrivar.
Eftir hvat skilst, so hava trupulleikar stungið seg upp fyri stuttum, men Henning Jacobsen vil ikki gera viðmerkingar til møguliga uppsøgn, annað enn at sjáldan kemur roykur av ongum eldi.
Tað er einki loyndarmál, at júst Landsverkfrøðingsstovnurin søguliga hevur havt sera víðar heimildir mótvegis myndugleiknum.
Hesum váttar Henning Jacobsen, men vísir aftur at stovnurin hevur mist nakrar heimildir, av tí at tær, sum allar dagar hava verið galdandi, ikki hava verið lógarmerktar.
Stovnurin virkað
væl higartil
Tað hevur altíð verið góðkent at stovnurin virkar væl sum er, sigur Henning Jacobsen og leggur aftrat, at Landsverkfrøðingsstovnurin hevur fingið frið til á jólum 1998.
Var ikki ætlanin sambært bygnaðarbroytingunum hjá Norman Christensen, at Landsverkfrøðingurin skuldi leggjast undir vinnumálastýrið ella annað aðalstýri?
Sambært Norman Christensen, so flutti hann bert hegnpelarnar, og síðan kundu vit seta teir aftur sum vit vildu, sigur Henning Jensen.
Aðalstjórarnir
ov stórt vald
Hann heldur at tað hevur havt við sær, at aðalstjórarnir hava fingið valdið at gera so sum teimum hóvar.
Sambært løgfrøðingi, so skal ein starvsfólkaleiðari ella stjóri hava skrivliga uppsøgn. Tó at leiðarar ikki eru so væl vardir sum fólkið á gólvinum, skulu setanartreytir og sáttmálar virðast, eins og tað skal gerast greitt, hvør orsøkin er til uppsøgnina.
Arbeiða við bygnaðarbroytingum
Finnbogi Arge, landsstýrismaður, sigur, at eingin skrivlig uppsøgn fyriliggur.
Arbeitt verður í løtuni við bygnaðarbroytingum, og tá tað arbeiðið er liðugt, verður tíðindaskriv sent fjølmiðlunum, sigur Finnbogi Arge.