Kappingarárið í ár er tað fjórða hjá Maju Popovic í Føroyum, og steypafinalan í dag er tann fjórða á rað hjá henni og TB, og allar hinar hava tær vunnið. Júst hetta, at TB-kvinnurnar hava so drúgvar royndir við steypafinalur, heldur Maja verða ein fyrimun hjá teimum.
Bestu áskoðarar í landinum
Maja Popovic sigur seg vænta nógvar áskoðarar av Tvøroyri til dystin. TB hevur gjørt av at gjalda ferðaseðilin við Smyrli fyri áskoðararnar, og Maja sigur, at hon væntar, at tað verða einir 200 TB-áskoðarar til finaluna.
- Vit hava bestu áskoðarar í landinum. Teir larma ræðuliga nógv, og tað gera teir altíð, tá ið vit spæla, so vit eru vanar við tað. Hinvegin kann tað kanska órógva mótstøðuliðið, sigur hon.
At spenningurin er stórur á Tvøroyri undan finaluni, er lítið at ivast í, og Maja Popvic sigur, at spælararnir eru eisini sera spentir til dystin.
- Vit hava vant sum vanligt hesa vikuna, men kanska hevur venjingin verið eitt sindur harðari. Harafturat hava vit eisini vant onkra servenjing út frá tí, at mótstøðuliðið er Mjølnir, sigur hon.
Allir leikararnir hjá TB eru klárir til finaluna, sum Maja Popovic væntar gerst sera spennandi.
Flogbólturin í framgongd
- Eg haldi, at tað er 50-50, hvør ið vinnur finaluna. Tað liðið, sum hevur tann betra dagin vinnur, og tá ið tað eru júst hesi bæði liðini, so veitst tú ongantíð, hvat tú kanst rokna við, sigur hon.
Maja Popovic sigur tó, at hon ivast ikki í, at talan verður um bestu finaluna nakrantíð, tí flogbólturin hevur eftir hennara tykki tikið seg nógv fram.
- Kappingin í ár er nógv harðari, enn hon hevur verið, og eg haldi, at liðini gerast sterkari fyri hvørt ár, sum gongur. Tey árini, ið eg havi verið í Føroyum, hevur flogbólturin her á landi tikið seg nógv fram eftir mínum tykki, sigur hon.
Spurd, hvat hon væntar, at úrslitið av finaluni verður, sigur Maja Popovic. ? Eg vænti ein javnan dyst, men vit fara at vinna, og helst verður úrslitið 3-1 til okkum, sigur TB-liðformaðurin, sum í dag kann tryggja sær fjórða steypasigurin á rað.Undir øllum umstøðum kann roknast við eini spennandi finalu, har tvær trúfastar áskoðarafjøldir ávíkavist úr Klaksvík og av Tvøroyri fara at stuðla sínum liði.










