Vit hava eitt luksusproblem

Samanborið við onnur lond, er tað eitt luksusproblem, vit hava í Føroyum.

Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Í løgtinginum í morgum bað Bill Justinussen hann um eina stutta støðulýsing av politikkinum hjá samgonguni hetta árið, sum farið er og eina meting av støðuni í samfelagnum.

Løgmaður heldur, at tað er mikið hugaligari í dag enn tað var fyri fýra árum síðani.

Hann segði, at tá ið hann varð løgmaður í 2008, høvdu vit eina milliard í halli, men nú er tað næstan burtur og tí er støðan í Føroyum ein luksusproblem afturímóti støðuni í øðrum londum.

Hann fegnaðist um, at í ár hevur Fíggjarnevndin bara gjørt smávegis broytingar í fíggjarlógini, landsstýrið hevur lagt fram

Hinvegin fegnaðist hann eisini um, at andstøðan hevur lagt sína fíggjarlóg fram, so at veljarin eisini fær høvi at taka støðu til ætlaninar hjá andstøðuni um hægri tilfeingisgjald o.s.fr.

Næsta ár hevur samgongan væntað sær eina inntøku á 120 milliónir av tilfeingisskatti og Hendrik Old vildi hava at vita, hvussu álítandi hendan inntøkan er, ella um hetta bara eru fuglar á takinum.

Løgmaður heldur, at í hesum føri hevur samgongan verið varnari enn andstøðan, tí andstøðan væntar sær 195 milliónir av tilfeingisgjaldi næsta ár.

Bill Justinussen heldur, at tað eru nógvir glottar at hóma, tí arbeiðsloysið er minkað, nógv arbeiðspláss eru sett á stovn, hallið á fíggjarlógini minkar alsamt, og yvirhøvur eru nógv tekin um, at samfelagið er á rættari kós.