Liljan Weihe vil ikki finna seg í at verða løgd undir at stjala upplýsingar og at manipulera við hesum.
Fyrr í dag fanst Jógvan á Lakjuni a Kringvarpinum, sum hann helt manipulera við eini stjolnari kanning, sum hann málbar seg.
Við Rás2 segði Jógvan á Lakjuni, at hann heldur at talan er um manipulatión av einari kanning, sum Kringvarpið einki eigur í og ei heldur hevur fingið loyvi til at brúka.
Lesið eisini Manipulatión við stolnari kanning
Hetta eru ikki skuldsetingar, sum tíðindaleiðarin í Kringvarpinum vil hava sitandi á sær, og Liljan Weihe afturvísir blankt hesum skuldsetingum.
- Sjálvandi stjala vit ikki upplýsingar. Vit gera research, og vit hava okkara keldur. Og fáa vit vitan, sum vit halda okkum kunnu brúka í tíðindaflutninginum, so gera vit tað, sigur Liljan Weihe við in.fo.
Heldur ikki vil hon á nakran hátt geva Jógvani á Lakjuni rætt í, at talan erum manipulatión við kanningini.
- Eg dugi ikki at síggja, hvussu vit kunnu manipulera við hesum. Vit hava refererað beinleiðis úr eini kanning, sum eg rokni við er gjørd eftir røttum forskriftum. So eg kann á ongan hátt fylgja við í tí, sum Jógvan á Lakjuni førir fram, sigur Liljan Weihe.