– Tað er eingin fráboðan komin frá felagnum enn um matin umborð á flogførunum, sum so nógv hevur verið kjakast um seinastu tíðina.
Tað sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog. Hann vil kortini ikki avsanna tíðindini um, at matur og drekka ikki verður eitt ókeypis tilboð umborð á flogførunum hjá Atlantsflog eftir 1. mai.
Spurdur um tær broytingar, sum eru gjørdar í felagnum, síðani leiðslan varð broytt fyri góðum tveimum árum síðani, fara at síggjast aftur í úrslitinum fyri 2015, vil hann ikki svara enn, tí ársroknskapurin er ikki klárur enn.
– Vit mugu sjálvandi fyrst boða eigarunum frá úrslitinum, áðrenn tað fer út í fjølmiðlarnar, sigur hann speiskliga.
Men Niels Mortensen vísir á, at Atlantic Airways er eitt stórt felag við dýrum tólum.
– Felagið umsetir fyri eina hálva milliard krónur um árið. Vit kunnu staðfesta, at ferðafólkatalið veksur, at prísirnir eru farnir niður, og at fólk brúka tilboðini, sum felagið er komið við, og at tey taka væl ímóti tí, sigur Niels Mortensen.
– Fólk ferðast meira, og fólk duga og tíma væl at planleggja í góðari tíð fyri at gera sær dælt av góðu tilboðunum, sigur hann.
Niels Mortensen ger púra greitt, at uppgávan hjá honum var at fáa tað at verða so bíligt sum gjørligt at ferðast. Hann sigur, at felagið arbeiðir við fleiri broytingum, sum vit fara at hoyra um í næstum.
– Vit royna alla tíðina at tillaga okkum. Tá vit tóku okkum av Børsinum segði landsstýrið, at tað for ikki at krevja vinningsbýti, og tað er gott fyri felagið. Vit fáa eitt nýtt flogfar í desember, vit hava júst fingið tævr nýggjar tyrlur. Tað hevur so stóran týding, at vit dagføra tólini alla tíðina, sigur Niels Mortensen.
Ein av broytingunum er so eftir øllum at døma, at fólk í framtíðini sjálvi skulu gjalda fyri matin umborð. Men sum skilst er hetta ikki einasta broytingin, sum verður hjá Atlantsflog í næstum. Hvørjar aðrar broytingar verða frætta vit helst í næstum.











