– Vit hava einki frætt aftur.
Tað sigur Jan Mortenen, stjóri í lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum. Og hann sigur, at tá ið tey einki frætta frá semingsmanninum, er tað helst tí at hann metir, at grundarlag er ikki fyri at taka samráðingarnar upp aftur.
Hinvegin vil hann ikki siga um Fíggjarmálaráðið hevur givið tilsøgn um at flyta seg fyri at fáa gongd á aftur.
Hann sigur, at tað er heldur ikki teirra borð at meta um, antin landssýrið og Løgtigið skulu leggja upp í verkfallið ella ikki. Í eini slíkari støðu veldst tað altíð um, hvar pínumarkið hjá myndugleikunum er, sigur Jan Mortensen.
Men hann sigur, at í londum, vit samanbera okkum við, verða undantøk altíð givin so at lív og heilsa ikki verða sett í váða.
Sambært stjóranum á Almannaverkinum verður lív og heilsa sett í váða í hesum verkfallinum, tí Pedagogfelagið vil ikki geva undantk til nógv nógvar pedagogar, sum kunnu fara til arbeiðis til bráðneyðugar uppgávur, hóast verkfall er.
– Men tá ið vit nú eru í eini støðu, sum hesari, eiga øll at vita, at so er málið tikið úr hondunum á pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og sostatt missa partarnir á arbeiðsmarknaðinum tamarhaldið á støðuni. Ístaðin er málið lagt upp í hendurnar á myndugleikunum, sigur Jan Mortensen.