Vit hava einki at tapa á Tórsvølli

Manslandsliðið: Tað sigur Serghei Cleșcenco, venjari hjá Moldova, heldur at føroyska liðið er vandamikið upp á deyðbóltar

Mynd: (Tróndur Arge) Serghei Cleșcenco og Vitalie Damascan

Í gjár hevði landsliðið hjá Moldova tíðindafund á Tórsvølli undan EM-undankappingardystinum í dag móti Føroyum. Á tíðindafundinum vóru venjarin, Serghei Cleșcenco, og Vitalie Damascan.

 

Venjarin hjá Moldova, 51 ára gamli Serghei Cleșcenco, er fyrrverandi spælari. Hann hevur veri rundanum landsliðið í eina tíð og hevur verið høvðusvenjari síðani 2021.

 

- Vit vita væl hvørjum vit koma at møta. Vit hava sæð nógvar dystir hjá Føroyum, sum er eitt sterkt lið við góðari verju og stinnir upp á deyðbóltar. Eg vænti at tað liðið, sum hevur betri fokus, vinnur dystin, sigur Serghei Cleșcenco, sum væl minnist 1-1 dystin í mars mánaði.

 

- Tá høvdu vit ein vánaligan fyrra hálvleik, har vit spældu og lítið frameftir. Í seinna hálvleiki soldu vit skjótari og fremeftir vøllin. Tá vit tordu at spæla gekk betri, sigur Serghei Cleșcenco.

 

Hann sigur, at einki trýst er á Moldova at vinna dystin, hóast teir hava vunnið á Póllandi og spælt javnleik móti bæði kekkia og Eysturríki síðani dystin í marsmánaði.

 

- Hvør dystur við null null og tí er hetta ein heilt øðrvísi dystur. Vit taptu her seinast, men vit vilja gjara vinna. Tað er týdningarmikið, at vit taka næsta stigið. Vit kenna tó einki týst á okkum, sigur Serghei Cleșcenco.

 

24 ára gamli Vitalie Damascan, sum spælir fyri romenska Sepsi OSK, var eisin á tíðindafundinum. Hann hevði ikki so nógv upp á hjartað, men hann var greiður á málinum um undirlagið.

 

- Tað er ongin umbering. Allir 22 spælararnir spæla á sama undirlagið. Tað eru ongir lættir dystir í Evropa í dag. Vit mugu geva alt, um vit skulu hava kjans at vinna, sigur Vitalie Damascan.

 

Føroyar og Moldova spæla klokkan 17.

 

Mynd: (Tróndur Arge) Serghei Cleșcenco og Vitalie Damascan