Tørvur er á ungdómshúsið:
Tað var eisini fitt av ungdómi tilstaðar í Café Chil´l, tey vístu eisini á, at tørvurin var til staðar. Hetta var annars ein góður og konstruktivur fundur, har nógv gott kom fram frá bygadarfólkinum.
Stórt pláss í ítróttarhøllini:
Har kom eisini fram, at í Ìtróttarhøllini í Kollafjørði, eru tvey stór loft uppá 300 fermetrar í part.
Tey flestu fundarfólkini og valevnir hjá Javnaðarflokkinum vóru samd um, at her eru møguleikar við at brúka loftini í Høllini til ungdómin. Har tey føla, at hetta er teirra stað og við námsfrøðiligum eftirliti, sum eg fyrr havi skriva um í lesarabrævið, um støðuna.
Eg havi eisini fyrr sagt, at eg ætli mær, at gera nakað við málið, um eg verið valdur inn 11.11.08. Tann besta loysnin hevði verið, at bygdt ein nyggjan frítíðarklub, har frítíðarskúlabørn og ungdómurin kundi búðleikast. Tað sama vil eg arbeiða fyri í Hoyvík, við ætlani um ein frítíðarmiðdepil.
Frítíðarskúlabørnini í Kollafjørði hava ikki góðar karmar:
Frítíðarskúlabørnini í Kollafjørði, halda til í sera vánaligum karmun, saman við við barnagarðsbørnum. Í framtíðini skal byggjast nýggjur barnagarður og nýggjur frítíðarskúli.
Lat okkun halda fokus á ungdómin fyrst og brúka ítróttarhøllina til ungdómshús:
Men, lat okkum fyrst fara og hyggja uppá møguleikum fyri, at brúka Ítróttarhøllina í Kollafjørði til ungdómshús.
Hetta er ikki í lagið, at ungdómurin, skal vera identitetsleysur og flaksa ymsastaðni í bygdini. Nej hetta er eitt mál, sum skal takast upp beinavegin. Eg farið, at arbeiða víðari við sakini um eg verið valdur inn í Tórshavnar býráð. Tí eg brenni fyri sakini. Tit frætta aftur frá mær. Vel Levi Mørk, valevni á lista C