Vit hava ein trupulleika

Tað ber ársfrágreiðingin hjá Løgtingsins Umboðsmanni boð um, heldur løgtingsmaður

Tað eru nógvar kommur í landinum, sum eru so veikar, at tær hava ikki ráð til at hava eina ordliga fyrisiting. Tað heldur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

 

Løgtingið hevur viðgjørt ársfrágreiðingina frá løgtingsins umboðsmanni og har vísir tað seg at í fjør vóru 23 prosent av klagunum um kommunur og í fyrrárið vóru 31 prosent av klagunum um kommunal viðirskifti. Hetta merkir, at nógv tær flestu klagurnar eru um fyrisitingina hjá kommununum.

 

Og Helgi Abrahamsen tekur hetta sum tekin um, at nógvar kommunur eru so lítlar, at tær klára ikki at hava eina ordiliga fyrisiting. Hann sigur, at vit hava skipað okkum í einum samfelags bygnaði við nógvum kommunum, men samstundis hava vit fleiri kommunur, sum ikki klára at hava eina fyrisiting.

 

Hann vísir á, at nógv verður tosað um kommunusamanlegging. Tað tók hann ikki støðu til í dag, men hann heldur, at tað er eitt problem, at vit hava kommunur, sum eru so veikar, at tær ikki klára at hava eina fyristingin, sum er førar fyri at veita borgarunum eina nøktandi tænastu.