– Kalmar er eitt øguliga gott lið, sum spælir skjótan og góðan fótbólt. Eg vildi mett at teir eru á støði við FCK og Brøndby, ella har í millum. Tað er ikki ómøguligt hjá okkum at koma víðari, tí tað vísti seg í fyrra dystinum, sum vit taptu 1-0, at vit komu til teir møguleikarnar, sum skulu til fyri at avgera dystin. Vóru vit øguliga hepnir í Svøríki, so komu vit heimaftur við einum 1-0 sigri, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.
Kalmar liggur í løtuni á einum sætta plássi í bestu svensku deildini.
Kalmar stendur sterkt til okkum. Teir spæla 4-3-3 og hava nakrar skjótar og vandamiklar framherjar. Vit hava hendurnar fullar, tá vit spæla ímóti teimum. Vit fáa kanska ein ella tveir møguleikar og teir mugu vit skora uppá og hevur Rene ein góðan dag í málinum og ger eina ella tvær 100% bjargingar, so hava vit ein møguleika, sigur Heðin Askham
Kalmar megnaði ongantíð at veruliga at trýsta EB/Streym í fyrra dstinum. Teir fingu heldur ikki ferð spælið hjá sær og tað metir Heðin Askham møguliga er teirra skyld.
– Teir fingu ongantíð ferð á spælið hjá sær og tað var kanska orsakað av okkum. Teir eru at tosa við á miðjuni og partvís í verjuni eisini. Hava vit ein góðan dag, har vit gera alt rætt, so kunnu vit gera ein vørr ímóti teimum. Uppleggið hjá okkum verður nøkunlunda tað sama sum í fyrra dystinum. Møguliga vit flyta okkum eitt lítið sindur longur fram á vøllin, tí vit hava góðar leikarar á framrættaðu plássunum. Vit eru eisini vandamiklir í deyðbóltsstøðum, so okkara møguleikar skulu nokk koma, sigur Heðin Askham.
EB/Streymur hevur bara tveir skaðar at dragast við, men tíverri eru tveir av lyklaleikarunum, sum ikki eru tøkir.
– Teir flestu leikararnir eru tøkir, eitt nú Bjarni Jørgensen, sum byrjaði inni í Svøríki og eisini Sorin Angel er komin fyri seg eftir skaða. Tíverri er Hans Pauli Samuelsen ikki tøkur vega skaða og tað er Alex dos Santos heldur ikki, sigur Heðin Askham.
Men hvat skal til fyri at Heðin Askham er nøgdur við luttøkuna í Europa League?
Um vit hava gjørt alt, sum vit kunnu og allir leikarar hava givið seg 100%, so eri eg rímuliga væl nøgdur, líkamikið um vit koma víðari ella ikki. Vit hava longu í fyrra dystinum gjørt ein góðan figur, sigur Heðin Askham at enda.