- Vit hava ein fantastiskan møguleika

Tað sigur Høgni Hoydal um fiskivinnunýskipanina

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sigur, at hann veit einki annað land, sum hevur havt møguleikan at gera eina grundleggjandi broyting í síni fiskivinnu.

 

- Hetta er ein fantastiskur møguleiki, sum vit hava og vit mugu gera okkum dælt honum, sigur Høgni Hoydal.

 

Høgni Hoydal sigur víðari, at tað skaptur ein óheppin retorikkur kring fiskivinnunýskipanina, ið kann tykast niðurbrótandi.

 

- Eg skilji stúraninar hjá fólki í vinnuni, men eg meti ikki, at tað er ein nýskipan, sum ikki er komin enn, sum er atvoldin til tað, sigur Høgni Hoydal.

 

Les meir um fiskivinnunýskipanina í Sosialinum um vikuskifti, har millum annað er samrøða er gjørd við Høgan Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum.