Vit hava dugað væl

Landsstýrið er samt um at skerja útreiðslurnar næsta ár, sigur løgmaður

Eg haldi, at vit hava dugað rættiliga væl at tálma almennu útreiðslunum. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Hann staðfestur somuleiðis, at í løtuni er so nógv virksemi í landinum, at tey í landsstýrinum eru samd um at útseta summar av íløgunum, ætlanin var at gera næsta ár. 

 

Í hesum sambandi verður serliga hugt eftir, hvørjar av íløgunum eru mest arbeiðsskapandi, tí endamálið er fyrst og fremst at útseta tær íløgur, sum krevja nógvar hendur. Og nú fer samgongan at samráðast um, akkurát hvørjar ítøkiligar íløgur, talan verður um at útseta. 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Aksel V. Johannesen greiða frá, hví hann heldur, at samgongan hevur dugað væl, og á hvørjum høviðsøkjum, íløgurnar skulu skerjast