Vit hava bleytar pútur

Aftur í ár hava festivalgestirnir møguleika at støkka inn á gólvið í serligu festivalkirkjuni, har kaffi, hugnalig prát og bleytar pútur bíða

Maria Jørðdal Niclasen, prestur í Kvívík, hevur ein sindur øðrvísi arbeiðsdag í dag. Sóknarbørnini í Kvívík eru nevniliga býtt um við festivalgestirnar á G!


- Endamálið við festivalkirkjuni er at vera til staðar, og taka kirkjuna útum tær fýra vanligu veggirnar, og út har fólk savnast. Hetta er eitt stað, har fólk kunnu koma og fáa sær eitt prát ella kaffi, og so hava vit eisini bleytar pútur, sigur Maria Jørðdal Niclasen, prestur.


Í samband við festivalin verður eisini skipað fyri eini gudstænastu í Fjósinum klokkan ellivu í morgin. Tað verður Marjun Bæk, prestur, ið prædikar, og Kingobólkurin og Herfinnur Árnafjall standa fyri sanginum.