Vit hava bíðað leingi - men nú verður tað

Hetta verður ein stórur lætti

 

Tað hevur verið tosað um tað í minst tíggju ár, at tað skal verða lættari hjá fólki at sleppa av við tómar fløskur og blikk. Og nú er eitt eitt uppskot á veg í Løgtingið um, at tað skal bera til at sleppa av við allar fløskur, og øll blikk, í sama handli. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur skrivað eitt uppskot, sum hann hevur sent ávvarðandi pørtum til viðmerkingar, og tá ið freistin at gera viðmerkingar er farin tann 7. oktober, verður uppskotið endaliga orðað, og so verður tað lagt fyri Løgtingið.

 

Og verður tað samtykt, verður tað ein lætti hjá teimum, sum avreiða fløskur, tí so sleppa tey av við allar fløskur á sama stað. Einasta undantak eru fløskur og blikk, sum eru keypt í Rúsuni, og sum sølustøðini hjá bryggjaríunum hava einkarrætt at selja, tí tey skulu latast inn aftur har.

 

Sum støðan er nú, taka handlar bara ímóti íløtum, tey sjálvi selja og sostatt mugu fólk ofta eina rættiliga rundferð úr handli í handil, at sleppa av við fløskur og blikk.

 

Nýggja lógin fevnir um hesi íløt:

 

1)  øl,

 

2)  mineralvatn,

 

3)  kelduvatn,

 

4)  vatn,

 

5)  sodavatn,

 

6)  liðugblandaða saft,

 

7) cider,

 

8) orkudrykkir,

 

9) ítróttadrykkir,

 

10) íste,

 

11) ískaffi uttan mjólk og mjólkúrdráttir

 

12) punch.

 

Hetta eru somu íløt. sum kunnu latast inn í dag og tá ið ein royndartíð er farin, hevur landsstýrismaðurin heimild til at áseta, at fólk skulu eisini kunna lata onnur íløt inn, tað kunnu verða krukkur við súltutoy, súltaðum agurkum, og annað. Men fyri at hugsa um reinføri, fer hetta ikki at umfata íløt til mjólkarúrdráttir og annað, sum spillist skjótt.

 

Fyri íløt, sum taka yvir ein hálvan litur, verður pantið fýra krónur og fyri íløt, sum taka ein hálvan litur, ella minni, verður pantið tvær krónur.

 

Verður lógin samtykt, er tað kortini óvist, akkurár nær hon kemur í gildi. Men landsstýrismaðurin hevur áður sagt, at handlarnir fara at fáa eitt skotbrá at fyrireika seg í, og hann væntaði, at talan verður um nakrar mánaðir, kanska eitt hálvt ár