Vit hava bara ein marknað

Frá fyrsta degi hava vit havt eina globala vøru á einum globalum marknaði. Tí eru vit sloppin undan fleiri av trupulleikunum, sum kappingarneytarnir stríðast við í altjóðagerðini, sigur føroyski stjórin á Bullguard, Heini Zachariassen. Í kapping við altjóða risar sum Norton Internet Security, er felagið vaksið við rúkandi ferð. Eitt úrslit, sum nú hevur sett Heina á listan yvir mest evnaríku vinnulívsfólkini í Danmark

Vinnulívsmaður

Pílurin hjá hoyvíkinginum, sum nú býr í Kastrup, hevur at kalla bert peiggjað beint uppeftir, síðani skúlagongdin var liðug fyri níggju árum síðani. Hansara Curriculum Vitae er kanska ikki so víttfevnandi - eina BA innan handil og fýra starvssetanir. Men hóast nógv ivaleyst kunnu vísa longri útgávur av slagnum fram, so má uppgangandi stigin sigast at vera imponerandi. Somikið imponerandi, at hann í dag verður mettur sum ein av komandi kanónunum innan danskt vinnulív.

20-faldað starvsfólkatal
Tað er í øllum førum niðurstøðan hjá Berlingske Nyhedsmagasin, sum í eini serligari silvurútgávu í dag setir nøvn á tey 100, sum blaðið metur hava størst potentiali at røkka heilt upp á ovastu tindarnar. Einasta treytin fyri at vera millum hesi 100 er navnabrævið, sum í mesta lagi skal vera 35 ára gamalt. Í aðrar mátar eru tað úrslitini - og einki annað - sum telja.
 Orsøkin til, at eg eri komin við í hendan hópin, er fyrst og fremst hon, at nevndarformaðurin í Bullguard, har eg starvist, hevur skotið mítt navn upp fyri blaðnum. Eg varð so uppringdur av teimum, og eftir eina samrøðu, sendi eg teimum mítt CV. Og so hava tey á blaðnum gjørt av, at hetta var nóg mikið, sigur Heini sjálvur um heiðurin, sum ein slík nominering er.
Men hvørji eru so úrslitini, sum hava prógvað rættleikan í hesi avgerð?
 Eg gangi bara útfrá, at tað er vøksturin í fyritøkuni hjá okkum, sum hevur gjørt tað. Tá eg gjørdist partur av Bullguard fyri fýra árum síðani, vóru vit tríggir mans í starvi. Í dag telur fyritøkan 60 fólk, og higartil hava vit á hvørjum ári tvífaldað umsetningin. Nakað sum aftur er málið í ár, staðfestir hann.
Og leggja vit afturat, at hesin vøkstur er komin í knallharðari kapping við altjóða risar sum eitt nú Norton, so skerst ikki burtur, at talan er um imponerandi avrik higartil.

»Born global«
Hóast persónurin í horninum framvegis tykist vera júst tann sami hoyvíkingurin, sum grannarnir við Nicolaj Mohrs gøtu munnu minnast frá barnaárunum, so skerst ikki burtur, at talan er um ein sera málrættaðan vinnulívsmann.
Ofta verður tikið til, at bestu úrslitini verða rokkin við sera einføldum arbeiðshættum, og spurdur, staðfestir Heini, at tað sum so ikki liggur nakað loyndarmál handan úrslitini hjá sær og Bullguard.
 Persónliga haldi eg, at tað hevur eydnast mær sera væl at finna góð fólk. Fólk, sum eg havi lætt at samstarva við, og sum tað eisini hevur eydnast mær at motivera til at fremja ein góðan innsats.
 Tosar tú um fyritøkuna hjá okkum, so er okkara størsti fyrimunur helst, at vit eru globalir allan vegin ígjøgnum. Verður tosað um virus-verjur, so er allur heimurin ein marknaður, og hetta ásannaðu vit alt fyri eitt. Tí er okkara framleiðsla ikki býtt upp í heima- og útflutningsmarknað, sum hann er tað hjá fleiri øðrum. Sjálvur plagi eg at siga, at hóast fleiri fyritøkur hava ein útflutningsstjóra, so havi eg framvegis ikki ánilsi fyri, hvat ein slíkur ger!
 Skal tað lýsast sum eitt hugtak, so haldi eg, at hetta verður sera væl gjørt í eini uppgávu, sum ein bólkur av lesandi gjørdi um Bullguard. Tey skrivaðu, at vit vóru »Born Global«, og tað er júst tað, sum vit eru. Tá vit frá fyrsta degi hava verið globalir, eru vit eisini slopnir undan nógvum av teimum umleggingum, sum fleiri fyritøkur stríðast við í dag.
 Eisini á starvsfólkaøkinum eru vit globalir. Ofta verður tað tikið illa upp, tá arbeiðspláss verða flutt av landinum, men heldur ikki her hava vit havt trupulleikar. Vit gjørdu tíðliga av at stovna eina menningardeild í Bucharest í Rumenia. Hetta tí vitunarstøðið innan KT er høgt her, samstundis sum lønarkostnaðurin er munandi lægri, enn hann er í eitt nú Danmark.
 Hartil hava vit eisini eitt sera globalt produkt, sum ikki krevur tær stóru broytingar, tá tað skal nýtast í ymsu londunum. Tað ræður sum so bert um at gera brúkaraleiðbeiningar og brúkaraflatu á málinum hjá brúkarunum. Og tað er so eisini nakað, sum vit støðugt hava lagt okkum eftir. Soleiðis eru pakkarnir hjá okkum í dag at fáa á 15 ymiskum málum, og nú vit hava gjørt serstaka útgávu til fartelefonir, hevur hendan frá byrjan 28 ymisk brúkaramál.

Fartelefonir næsta hittið
Júst marknaðurin við virus-verjum til fartelefonir er nakað, sum Heini sjálvur sær sera stórar møguleikar í komandi árini. Møguleikar, sum eisini eiga at verða troyttir, um felagið áhaldandi skal røkka sínum »benchmark« um at tvífalda søluna á hvørjum ári.
 Fartelefonir eru longu nú í ferð við at líkjast einum veruligum PC alt meira. Samstundis er marknaðurin í dag soleiðis háttaður, at talan bert er um tveir ymsar platformar, sum tykjast vinna allan marknaðin. Fortreytin fyri at eitt virus-álop veruliga kann gera um seg, er júst standardisering. Og tí meta vit heilt avgjørt, at marknaðurin um heilt stutta tíð fer at eftirspyrja okkara produktum á hesum marknaðinum, sigur altso føroyska ískoyti til bólkin av ungum stjørnuskotum innan danskt vinnulív.