- Vit hava spælt fleiri steypafinalur seinnu árini, men tað verður lítið tosað um tað, tá vit vinna. Men nú eru fólk brádliga áhugaði, tí eitt annað lið vinnur steypið. Vit hava alt at tapa og einki at vinna, staðfestir Malena Josephsen.
Men hvørja ávirkan kann steypasigurin hjá AB fáa á stríðnum um FM-heitið?
- Tað fær onga ávirkan. Vit hava áður tapt steypafinalur og vunnið føroyameistaraheitið, so vit eru ikki í óroyndari støðu. KÍ er til reiðar at endurvinna landskappingina, sigur Malena Josephsen.