Brandur Sandoy sigur, at á Sandi leggja tey í løtuni mest orku í at skapa nýggj arbeiðspláss í bygdini.
- Arbeiði upp á ein nýggjan virknisdepil byrjar fyrst í komandi ári og skal standa liðugur í 2016. Tað er ein depil fyri fólk, við serligum tørvi, sum Almannaverkið varðar av. Hesin depilin hevur ein rakstur upp á 3 milliónir, harav meginparturin er starvsfólkalønir. Tað merkir at vit fáa nøkur góð, føst arbeiðspláss afturat í bygdini, og tað gleðast vit um.
Hann sigur, at bygdaráðið hevur nøkur spennandi ting á tapetinum, men av tí at fíggjarætlanin ikki er løgd fyri komandi ár, so má hann bíða eitt sindur við at almannakunngera ov nógv av tí. Men onkrar spennandi ætlanir eru á blokkinum, lovar hann.
- Kommunan hevur koyrt øgiliga tungt í nógv Harrans ár, síðani einaferð fyrst í 80’unum. Tað er long tíð at koyra við nøsini niðanfyri vatnskorpuna, men nú sær út til at tað lýsir í fíggjarliga.
Brandur Sandoy vísir á, at kommunan nú er um at koma niður um skuldarálíkningina.
- Hetta verður væntandi seinasti í hesum árinum ella fyrst í komandi ári. Tá fáa vit fíggjarligt rásarúm til at avgera okkara egnu viðurskifti.
Brandur Sandoy greiðir frá, at orsøkin til jaligu gongdina er, at skattainntøkurnar er vaksnar munandi seinastu árini.
- Vit hava fingið eitt stórt arbeiðspláss á Sandi, hóast tað ikki beinleiðis sæst í bygdini. Fyri trimum árum síðani fingu vit ein línubát til Sands, og tað sæst aftur á skattainntøkunum hjá kommununi, tí tað hevur gingið rættiliga væl hjá teimum. Hendan túrin hava vit fýra ungar mans, umframt skipara og stýrimann, umborð, so tað eru eini níggju, tíggju partar, sum fella til sandsmenn. Eg haldi Sandshavið er størsta privata arbeiðspláss á Sandi, sigur Brandur Sandoy.
Les meiri í Vikublaðnum mánadagin.










