Vit hava allar møguleikar í Havn

- Vit vilja skipa viðurskiftini, so at ferðafólk vita, hvat tey kunnu og ikki kunnu gera í Føroyum, sigur Bogi Andreasen.

Tórshavnar kommuna hevur orðað ferðavinnupolitikk, sum skal tryggja betri tænastu til ferðafólk, og at meira liggur eftir í Havnini. 

 

Og í stuttum filmi tekur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini, og Jónhild Rasmussen, umsitari í Hugskotinum, samanum ætlanina við ferðavinnuni í høvuðsstaðnum.

 

- Vit hava allar møguleikar og øll tilboð í Tórshavnar kommunu. Ferðafólk kunnu fara í haga, tey kunnu fara til alskyns mentanartiltøk. Og so hava vit eitt ríkt og vaksandi umhvørvi við matstovum, kaffistovum og ølstovum. Vit vilja renna frammanfyri og skipa viðurskiftini, sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini. 

 

Ferðavinnupolitikkurin sæst HER.