Vit hava aftur fingið betri vónir um framtíðina

– Tað vísir ein kanning hjá Hagstovuni

Føroyingar hava aftur fingið betri vónir um framtíðina. Tað er úrslitið av einum kanning, sum Hagstovan ger við jøvnum millumbili.

Kanningin vísir, at treystitalið, ella barometrið, sum annars lækkaði nógv, tá ið korona fór at ganga, er nú hækkað aftur eitt sindur.

Hagstovan sigur, at tríggjar tær seinastu kanningarnar, eru áhugaverdar. Kanningin frá januar í fjør varð gjørd stutt undan korona kom til landið, kanningin í juni varð gjørd beint áðrenn onnur bylgjan av koronu fór at herjað, meðan henda seinasta kanningin er gjørd samstundis sum vi eru farin at koppseta fyri koronu.

Hagstovan sigur, at hetta eru spurnakanningar, sum eru gjørdar tvær ferðir um árið síðan 2006. Kanningarnar vísa, at undir fíggjarkreppuni fall barometrið í fýra fylgjandi kanningum, og tað fall eisini tey tvey árini, altjóða fíggjarkreppan vardi.

Hinvegin hevur altjóða heilsukreppan nú vart í skjótt eitt ár, og tí kann verða vert at spyrja, hvussu húsarhald og vinnulív meta um støðuna, og útlitini, í nærmastu framtíð, sigur Hagstovan.

##med2##

Í umleið trý ár undan koronu, lá treystitalið í støðugari legu. Í januar í fjør, var uppi á 32, men so fall tað skjótt og í juni í fjør var tað heilt niðri á minus 16, tí tá vóru útlitini ikki nakað serligt. Tað er samstundis tað lægsta, tað hevur verið síðani í januar í 2009, tá ið tað var heilt niðri á minus 29.

Men síðani er treystitalið aftur hækkað sjey stig, so nú er tað á minus níggju. Tað merkir, at nú vænta bæði húsarhald og vinnulív, at fíggjarstøðan fer at batna hetta næsta árið, bæði hjá teimum sjálvum og sum heild í samfelagnum, sigur Hagstovan.

Ì miðal hevur treystitalið verið  16,9 hesi árini, kanningarnar eru gjørdar.