-Vit halda okkum 100 prosent til samgonguskjalið

Uppskotið frá Anniku Olsen og Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, um at borgarstjórar ikki skulu sita á tingi fær júst nú 1.viðgerð - Kristin Michelsen ger politiskar viðmerkingar

Arbeiðið hjá borgarstjórunum er so krevjandi, at teir ikki eisini eiga at sleppa at sita á tingi.

 

Teir skulu sleppa at stilla upp, men verða teir valdir á ting, so mugu tey  velja millum um tey halda fram sum borgarstjóri, ella umt ey heldur vilja fara í tingið.

 

Hetta er grundin til uppskotið hjá Anniku Olsen og Jákupi Mikkelsen.

 

Kristin michelsen, Javnaðarflokkurin,  helt ikki, at hetta er sera skilagott, tí umsitingarnar í dag eru so góðar, at sjálvt um borgarstjórin er ovasti fyrisitingarligi leiðarin í kommununum, so virkar umsitingin, sjálvt um borgarstjórin er á tingi nakrar dagar um árið.

 

Kristin Michelsen nýtti eisini høvi til at gera viðmerkingar til politisku støðuna júst nú, har kanónirnar hjá fjølmiðlum, politiskum viðmerkjarum og nøkrum kvinnum í tinginum, serliga hava verið vendar móti honum og varaborgarstjóranum á  Tvøroyri.

 

-Hesi fólkini mugu hava lisið eitt annað samgonguskjal enn vit hava lisið, tí higartil hava vit hildið okkum 100 prosent til samgonguskjalið. Málið viðvíkjandi samkyndum er eitt etiskt mál, har hvørjum einstøkum stendur frítt at atkvøða eftir egnari saannføring og í fiskivinnumálum, hava vit fult og heilt fylgt samgonguskjalinum, segði kristin Michelsen