Vit halda lyftið um at hækka pensjónina 1000 krónur um mánaðin

Samgongan fer at halda fast um lyftið at næsta ár skulu fyritíðarpensjónistar hava 1000 krónur meiri at liva fyri um mánaðin, enn teir hava nú.

 

Tað váttaði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í Løgtinginum í gjár.

 

Samgongan kunngjørdi herfyri, at ætlanin er at skipa so fyri, at fyritíðarpensjónistar skuldi fáa 1000 krónur meiri at liva fyri um mánaðin. Tað skuldi gerast við at gera grundarupphæddina skattafría.

 

Men tað vildu kommunurnar ikki vitað av, tí so fóru tær at missa 25 milliónir í kommunuskatti. Tær føra fram, at vil landsstýrið lætta um hjá fyritíðarpensjónistum, skulu tær ikki turka rokningina upp í kommunurnar.

 

Men í Løgtinginum í gjár, staðfesti Eyðgunn Samuelsen, at lyftið um at geva fyritíðarpensjónstum 1000 krónur meiri um mánaðin, stendur við.

 

Hinvegin leggur hon afturat,, at enn er ikki greitt, hvussu tað skal fíggjast. Samráðingar eru framvegis við kommunurnar, men sama, hvat úrslitið av tí verður, fara fyritíðarpensjónistar at fáa 1000 krónur meiri at liva fyri um mánaðin, staðfestir hon.

 

– Fyritíðarpensjónin hevur at kalla staðið í stað síðani 2009, og samgongan hevur longu frá fyrsti degi sett sær fyri at hækka fyritíðarpensjónirnar, tí tær eru afturúrsigldar. 

 

Umframt er ætlanin at javntseta fyritíðarpensjónistar við fólkapensjónistar, hvat tilskoti til heilivág viðvíkur, og samstundis er ætlanin eisini at fyritíðarpensjónistar skulu rinda eitt avmarkað kringvarpsgjald, soleiðis sum pensjónistar gera.

 

Helena Dam á Neystabø, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, heldur, at tað er neyðugt at tryggja, at tilverugrundarlagið hjá fyritíðarpensjónistum fylgir við tíðini – og tað hava undanfarnu samgongur forsømt so tað munar, heldur hon.